Konsertferð
Konsertirnar verða í Ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík hóskvøldið 23. mars kl. 19, í Bryggjuni í Vestmanna fríggjakvøldið 24. mars kl. 23, og í Kaféini í Norðurlandahúsinum leygardagin 25. mars kl. 16. Hetta er seinasta FO-DK Konsertferðin í vetur, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT, DJBFA og DAF. Konsertirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways.
Instinkt
Instinkt spælir fólkatónleik við støði í bæði donskum, norðurlendskum, írskum og fronskum/kanadiskum fólkatónleiki. Men tónleikurin hjá bólkinum er eisini ávirkaður av heilt øðrum tónleikasjangrum, og verður oftani nevndur "folkbeat". Instinkt gav út fløguna "HUR!" í 2002, og í 2003 fingu tey fýra virðislønir á Danish Music Awards Folk, millum annað fyri ársins fólkatónleikafløgu og ársins ljóðførisleikara, sum fór til trummuspælaran í bólkinum, Vivi di Bap. Instinkt hevur síðani bólkurin bleiv stovnaður fyri fimm árum síðani verið á konsertferðum bæði í Danmark, Norra, Týsklandi, Skotlandi, Hebridunum, Póllandi og Kanada. Limirnir í bólkinum hava spælt í bólkum sum Moving Cloud, Kætter Kvartet, Impotators og Sorten Muld, og liveframførslan hjá Instinkt hevur millum annað verið samanlíknað bæði við Gåte og Kaizers Orkchestra. Í Instinkt spæla Søren Korshøj Nielsen (violin, vokal, gittar), Louise Ring Vangsgaard (violin, vokal), Martin Seeberg (floytur, bratsj, "drejelire", gýðingaharpu, vokal), Malene Daniels Beck (el-bass, kontrabass, vokal) og Vivi di Bap (trummur, djembe, slagtól, vokal).
Spælimenninir
Spælimenninir spæla traditionellan og modernaðan norðurlendskan og amerikanskan fólkatónleik. Bólkurin hevur spælt saman í meiri enn 20 ár, og hevur verið á hópin av konsertferðum í Danmark, Svøríki, Orknoyggjunum, Hetlandi, Skotlandi, Fraklandi, Finlandi og USA, har tey millum annað hava spælt á fólkatónleikafestivalum og øðrum konsertstøðum. Bólkurin hevur útgivið íalt 8 fløgur. Á hesi konsertferðini eru tó nøkur av upprunamanningini skift út við nýggjari yngri manning, og bólkurin er sostatt samansettur av Daniel Nielsen (violin), Angelika Nielsen (violin), Jákup Lützen (violin), Ívar Bærentsen (mandolin, gittar), Andreas Restorff (bass), Kristian Blak (klaver) og Sharon Weiss (blokkfloytu).