Heldur sjáldsamt verður tað eitt konufólk, sum skal renna við floytuni í munninum á Tórsvølli hósdagin, tá EB/Streymur og Manchester City hittast. Sambært heimasíðuni hjá UEFA skal 41 ára Nicole Petignat døma dystin, tá onglendingar vitja í høvuðsstaðnum seinni í vikuni.
Petignat skrivaði fótbóltssøgu í 2003, tá hon, sum fyrsta kvinna nakrantíð, dømdi ein dyst í UEFA CUP. Hon hevur drúgvar royndir á hesum økinum, og áður hevur hon dømt HM-finalu í kvinnufótbólti og á olympisku leikunum í Sydney.