Koppaði í seinna hálvleiki

Leingi sá tað út til, at VÍF fór at fáa bæði stigini, tá ið Søljan vitjaði í Vestmanna, men miðskeiðis í seinna hálvleiki, koppaði dysturin.

Á pappírinum var dysturin millum VÍF og Søljuna tann mest áhugaverdi kvinnudysturin hetta vikuskiftið. Søljan hevur verið eitt positivt yvirraskilsi í hesum kappingarárinum, meðan tað hevur gingið minni gott hjá VÍF. Tó tykist tað sum um, at vestmannakvinnurnar eru við at fóta sær eitt sindur, og ein sigur á Søljuni kundi verið eitt stig á røttu leiðini.

Framúr VÍF-byrjan
Tá ið fyrri hálvleikur var komin væl áleiðis, var einki, sum bendi á, at vágakvinnur fóru at fáa nakað sum helst við sær yvir um sundið aftur. Heimaliðið var snøgt sagt nógv betri í fyrra hálvleiki, og gestirnir úr Vágum megnaðu als ikki at fóta sær.VÍF var á odda við fýra ella fimm málum ein stóran part av fyrra hálvleiki, og tá ið komið var til steðgin, var heimaliðið á odda 12-8.
Gestirnir úr Søljuni vóru sum hamskiftar eftir steðgin. Longu tá ið fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, høvdu tær minkað um munin niður í eitt mál, men VÍF svaraði aftur og legði seg á odda 15-12, tá ið átta minuttir vóru leiktir, men so kom stígur í hjá heimaliðnum.
Tað gingu nú ikki færri enn 14 minuttir, har VÍF als ikki skoraði, og samstundis megnaði Søljan at skora sjey ferðir, soleiðis at tær nú bráddliga vóru á odda við fýra málum, 19-15! Vestmannakvinnur reistust tó aftur og fingu skorað tríggjar ferðir á rað, men tær megnaðu ongantíð at koma upp á javnt aftur, og tí gjørdist drúgva oyðimarkargongdin hjá VÍF í seinna hálvleiki avgerandi fyri úrslitið av dystinum, sum Søljan vann 22-20.

VÍF-Søljan 20-22(12-8)
VÍF: Ioana Rapa 9(1), Fríða Marjunardóttir 6(1), Eyðritt Andreasen 3, Linda Johannesen 2
Søljan: Lina Andrilulyte 10(4), Nicoleta Radu Hansen 6, Hertha Jónsdóttir Simonsen 3, Jana Jacobsen 1, Fía Selma Nielsen 1, Kristianna Petersen 1
Brotskøst: VÍF3(2), Søljan 5(4)
Útvísingar: VÍF 4, Søljan 4
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen