Tá yrkjaraegið í byrjanini av nýggja yrkingasavninum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, Korallbruni leggur klæði síni í ein penan bunka, stígur á helluna og tveitir seg á bláman, ja, so verða mínar lesaravónir skrúvaðar niður. Eg stúri heilt einfalt fyri at skula lesa okkurt longsulsfult rutinupatetiskt kenslusvans av eini sjálvmorðsbók.
Eg kundi ikki farið meira skeiv. Sjálvmorð og deyði eru í grundini ikki av stórum týdningí í hesum yrkingasavninum – savnið er hinvegin fult av yðjandi lívi, av skapan og av tilverunnar lívrunnu ringrásum. Av týdningi í hesi bók eru metabolisman, stoffskiftið ella tilfarsliga umbroytingin frá holdsligum menniskjahylki til náttúrufevnda vistfrøðiskipan.
Millum annað soleiðis sigur Kinna Poulsen á listaportal.com, tá hon ummælir nýggja yrkingasavnið hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, Korallbruni.
Teksturin er yvirhøvur merktur av stórum málsligum, tilfarsligum, evnisligum og poetiskum tilviti og konsekvensi í hesi bókini, ... Eitt merkisvert avrik, skrivar Kinna Poulsen.