Norðurkorea og Suðurkorea eru tekniskt sæð enn í kríggi, tí londnini hava ongantíð gjørt eina almenna friðaravtalu. Í morgun var søguligur toppfundur millum londini.
Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, og suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in, hittut í morgun til ein søguligan toppfund í bygdini Panmunjom og markinum millum tey bæði londini.
Tað var júst her, at tann vápnarhvíldaravtala, sum endaði Koreakríggið, varð undirskrivað í 1953.
Her eru nøkur fakta um Korea-kreppuna:
1945: Korea – ein japonsk koloni síðani 1910 – verður eftir annan beimsbardaga býtt sundur í ein russiskan hersetingarpart norðanfyri og ein amerikanska hersetingarpart sunnanfyri.
1948: Hersettu økini verða gjørd til tveir sjálvstøðugar statir.
25. juni 1950: Koreakríggið byrjar, tá norðurkoreanskar deildir fara inn í Suðurkora fyri at tvinga eina samanlegging av Korea.
27. juni 1953: Koreakríggið endar við vápnahvíld, men ein verulig friðaravtala er ongantíð gjørd.
1972: Norðurkorea og Suðurkora skriva undir eina ætlanaryvirlýsing um eina friðarliga endursameining av Korea, men enn í dag – 46 ár seinni – er framvegis sama stríð millum londini.
Norðurkora, sum hevur 24 milliónir íbúgvar, er undir leiðslu av Kim Jong-un.
Herururin hjá Norðurkorea er tann fimtstørsti í heiminum við einari millión hermonnum.
Fátæka landið er næstan fullkomiliga isolerað frá restini av heiminum. Týdningarmesti handilspartnari hjá Norðurkorea er Kina.
Norðurkorea roynir at menna kjarnorkuvápn og langtrøkkandi rakettir og verður fordømt av aljóða samfelagnum.
Trygdarráðið hjá ST hevur fleiri ferðir kravt, at umstríddu ætlanirnar verða steðgaðar.
Fleiri altjóða tiltøk eru settí verk ímóti Norðurkorea vegna vápnaætlanirnar.
Kelda: Reuters.
/ritzau/
--
Á myndini síggjast norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (miðjuni til høgru) og suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in (miðjuni til vinstru) saman við umboðum fyri báðar partar, áðrenn tey fóru til »Peace House building« í suðurkoreansku bygdini Panmunjom í morgun til søguligan toppfund millum báðar teir koreansku leiðararnar. Áðrenn fundin tóku teir lógvatak í avmillitariseraða økinum, sum skilir londini.
/ AFP PHOTO / Korea Summit Press Pool / Korea Summit Press Pool