Bara tveir tímar undan dystarbyrjan, bleiv dysturin millum Tottenham og Fulham útsettur. Orsøkin er koronusmittan, sum ger um seg í hópinum hjá Fulham.
Venjarin hjá Tottenham, José Mourinho, hevur funnist at gongdini í málinum. Hann heldur millum annað lítið um, at liðið ikki veit um teir skulu spæla bara fáar tímar frá dystarbyrjan. Í marknaðarføringini verður sagt, at Premier League er heimsins besta landskapping, men hetta hevur José Mourinho brúkt móti teimum í dag, tí hann heldur ikki at fyriskipanin stendur mát við ta útsøgnina.
Fyrradagin bleiv dysturin millum Everton og Manchester City útsettur, tí gestirnir úr Manchester hava fimm tilburðir av koronu í hópinum. Her hevur Everton funnist at, tí reglugerðin sigur at dysturin skal spælast, so leingi eitt lið hevur 14 mans tøkar. Manchester City hevur í dag ongan nýggja tilburð og dysturin móti Chelsea sunnudagin verður væntandi spældur eftir ætlan.