Korona: Í Føroyum er støðan øðrvísi enn aðrastaðni

Tilburðirnir av krabbameini í Føroyum minkaðu ikki – hóast koronu

Í fjør var títtleikin av krabbameini í Føroyum tann sami, sum hann plagdi vera - hóast korona herjaði. Hetta staðfestir Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og Ph.d. lesandi,í grein, sum er givin út í vísindaliga tíðarritinum Acta Oncologica.

Í fleiri londum uttan um okkum fækkaðust staðfestu krabbameinstilburðirnir á vári í 2020. Tíverri stendst hetta ikki av, at færri fingu krabbamein. Harafturímóti stendst tað av, at færri fingu staðfest, at tey høvdu fingið krabbamein, sigur Krabbameinsfelagið í einum tíðindaskrivi.

 

Tí var vert at kanna, hvussu støðan var í Føroyum og tað hevur Marnar Fríðheim Kristiansen kannað. Og kanska var tað eitt sindur óvæntað, at í Føroyum er støðan øðrvísi enn nógva aðrastaðni. Í Føroyum var eingin minking at síggja, tí hvønn mánað í fjør hevur títtleikin verið tann sama sum hesi seinastu fýra árini.

 

At talið á tilburðum av krabbameini ikki er fallið, er allarhelst, tí vit hava dugað so væl at verja okkum fyri koronu, heldur Marnar Fríðheim Kristiansen.  Hesi úrslit hava verið frammi fyrr, men nú er hetta givið út í Acta Oncologica, sum er eitt vísindaligt tíðarriti. Sostatt ber til hjá granskarum aðrastaðni at lesa um, hvussu støðan er hjá okkum øll vitan, sum legst afturat, hevur týdning, heldur Krabbameinsfelagið.

 

 – Tað er gott, at vit í Føroyum hava handfarið koronu so skynsamt, tí vit vita, at tað er týdningarmikið at fáa staðfest krabbamein so tíðliga sum til ber, so at viðgerð kann verða veitt á besta hátt, sigur felagið.