Korona: Liverpool sleppur ikki til Týsklands at spæla

UEFA hevur í dag avgjørt, at fyrra 1/8 finalan millum RB Leipiz og Liverpool verður í Ungarn

Evropesiska Fótbóltssamgongan hevur í dag avgjørt, at fyrra 1/8 finalan í Champions League millum RB Leipiz og Liverpool, verður spæld í Budapest í Ungarn.

Orsøkin er, at týskir myndugleikar ikki vilja loyva ferðandi úr Onglandi at sleppa undan koronareglugerðini við sóttarhaldi. Heldur ikki Liverpool, sum skal spæla í Champions League móti RB Leipzig.

UEFA hevur boðað frá, at tað eru nakrir møguleikar í einum slíkum føri. Ein er at heimaliðið finnur sær nýggjan heimavøll og tað hevur RB Leipzig gjørt. Nú verður fyrri dysturin spældur á Puskas Arena í Budapest 16. feburar, og seinni dysturin verður avgreiddur á Anfield eftir ætlan 10. mars.

Tað eru eisini aðrir møguleikar. Har í millum at feløgini spæla ein dyst á uttanveltaðum vølli.