Royndirnar av samstarvinum við privatar fyritøkur um at kanna fólk fyri koronu, eru sera góðar. Tað sigur Kaj Leo Holm, landsstýrismaður í Heilsumálum. Beint Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu nógv landskassin hevur goldið fyri hesar kanningarnar.
Tá ið landsstýrið fór at krevja, at øll, sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna fyri koronu, varð uppgávan útveitt til privatu fyritøkurnar, Thetis, sum kannaði fólk á flogvøllinum í Vágum, og til fyritøkuna Amplexa, sum kannaði ferðafólk á bryggjuni í Hirtshals, sum skuldu við Norrønu.
Men seinni eru kanningarnar eisini fluttar av Landssjúkrahúsinum, oman á Farstøðina, og har er tað eisini Thetis, sum hevur staðið fyri teimum kanningunum, umframt at samstarv er eisin við Smyril Line um eina bíleggingarskipan, o.s.fr.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at fríggjadagin hevði landskassin goldið hesum privatu fyritøkunum, tilsamans 28,6 milliónir fyri tær koronukanningar, tær hava gjørt.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru fleiri orsøkir til at Sjúkrahúsverkið fór í samstarv við privatu fyritøkurnar. Ein orsøk var, at tað var átrokandi at finna hóskandi hølir til endamálið uttan fyri sjúkrahúsverkið, og tað var eisini neyðugt at stytta bíðirøðirnar og tann ferðsluruðuleika, sum stóðst av longu røðunum av bilum við fólki, sum skuldu kannast.
Hann sigur, at tá ið Sjúkrahúsverkið stóð fyri kanningunum, var nógv arbeiði av at samskipa kanningarnar, finna starvsfólk, tryggja royndirnar, syrgja fyri útgerð, verndarútgerð og øðrum.
Og hóast tað er eru privatar fyritøkur, sum standa fyri kanningunum, er tað framvegis Sjúkrahúsverkið sum hevur ábyrgdina av teimum, og sum tryggjar, at alt fer rætt fram. Thetis greinar eisini royndirnar nakrar dagar um vikuna, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan greinar royndirnar hinar dagarnar.
– Royndirnar av samstarvinum eru sera góðar. Fyrr stóðu fólk í fleiri tímar í bíðirøð, men í dag er bíðitíðun 15 minuttir í miðal. Og hetta merkir eisini, at Sjúkrahúsverkið hevur betri tíð til høvuðsuppgávuna, sum er at viðgera sjúk fólk, sum annars hevði enn meiri darvað enn tað er í dag.
Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at tað er avgerandi at skilja ímillum at taka royndir og at greina royndir. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur ongantíð tikið royndir, men tey hava greinað tær fyri Sjúkrahúsverkið - og tað gera tey framvegis.
Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan er heldur ongantíð spurd um tey eisini kunnu gera kanningar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.