Korona: Tíðin í sóttarhaldi verður nú stytt

Fólk, sum verða biðin um at fara í sóttarhald, skulu ikki longur sita í 14 dagar, sigur Heilsumálaráðið

Heilsumyndugleikarnir eru nú komnir til ta niðurstøðu, at tað er ikki neyðugt at sita í sóttarhaldi í 14 dagar í samband við koronu.

Sostatt skulu tey, sum verða biðin um at fara í sóttarhald, verða í sóttahaldi í 10 dagar ístaðin fyri 14 dagar, sum higartil.

Eingin verður kortini loystur úr sóttarhaldinum fyrr enn tey ikki hava havt nøkur sjúkutekin í trý samdøgur, sigur Heilsumálaráðið.

Men hava myndugleikarnir heitt á fólk um at fara í sóttarhald, verður tað framvegis mælt til, at tey lata seg kanna um aftur tann sætta dagin, men hóast tann royndin er negativ, skulu fólk kortini halda fram í sóttarhaldinum til 10 dagar eru farnir.

Tær nýggju reglurnar eru eisini galdandi fyri tey, sum longu eru í sóttarhaldi.

Fólk, sum koma úr einum landi, sum er hart rakt av koronu, eiga at lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í seks daga – og tey eiga at vísa eitt serligt varsemi teir fyrstu 14 dagarnar eftir at tey eru komin. Serliga skulu tey hugsa um at halda seg minst ein – tveir metrar frá fólki og at vaska sær væl og ofta um hendurnar, ella at spritta sær og tey skulu ikki savnast í størri fjøldum.