SEV hevur søkt um at sleppa at seta tríggja vindmyllur upp í haganum á Nesi. Ein vindmylla hjá SEV stendur longu í sama haga, men ætlanin hjá SEV er at seta tær nýggju vindmyllurnar nakað syðri, enn har gamla vindmyllan stendur.
Men tað er ein trupulleiki fyri umhvørvið, er niðurstøðan hjá Friðingarnevndini í Eysturoyar Sýslu.
- Teir søkja ikki um sama stað, sum teir hava áðrenn. Nýggja staðið liggur væl syðri, og landslagið er heilt eitt annað. Tað er hetta, vit hava grundað okkara avgerð á, sigur Kristjan Martin Joensen, formaður í Nátturufriðingarnevndini í Eysturoyar Sýslu.
- Vit meina tað, at landslagið har er meira sermerkt. Har er millum annað okkurt vatn. Men tað sum vit siga, tað er, at vit meta, at ætlanin hjá SEV kemur at misprýða náttúruna. Og tað er so, um farið verður longur suður í Neshaganum. Og tað er har, teir hava søkt um loyvi at seta vindmyllurnar upp, sigur Kristjan Martin Joensen.
- Tað eru ikki vindmyllurnar sjálvar, sum vit ganga eftir. Vit halda ikki, at vindmyllurnar eru ljótar. Men tað er har, ætlanin er at seta tær, at tað fer at misprýða landslagið, sigur Kristjan Martin Joensen.
Tað er í grein tvey, stykki fimm í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970, at støðið verður tikið. Har stendur, at "tá ið avgerð skal takast um byggiloyvi, hóast forboðið í stykki ð eitt og tvey, so skal ætlast um, um útsjóndin av ætlaða bygninginum ella har ætlanin er at seta hann, fer at misprýða landslagið."
Friðingarnevndin hevur grundað teirra avgerð á tað seinna, sum verður sagt omanfyri. Teir meta nevniliga, at um myllurnar verða settar júst á hasum staði, so fer tað at misprýða landslagið.