Kortsluttar eftir ein tíma

Gøtumenn spyrja seg sjálvar, hvat tað er, sum hevur við sær, at tað ferð eftir ferð koppar ímóti teimum, tá ið ein hálvur tími er eftir

GÍ SPURNARTEKIN

Teir spyrja seg sjálvar og hvønn annan, hvør orsøkin man vera, og eingin situr við svarinum. Men tað er ein veruleiki, at í flestu av teimum sjey landskappingardystunum, sum higartil eru spældir, hevur tað roynst væl hjá GÍ fyrsta tíman, men so hevur tað gingið av skriðuni.
Teir siga, at tólv av málunum, sum eru farin ígjøgnum hjá teimum, eru skoraði í síðsta hálva tímanum.
- Jú, soleiðis er tað. Vit spyrja okkum sjálvar, hvat tað er, sum hevur kiksað, men vit hava ikki nakað beinleiðis svar uppá hetta. Ímóti Skála gekk alt fyrsta tíman akkurát, sum vit høvdu ætlað og vónað. Vit vistu, at teir fóru at verða ágangandi, og vit høvdu avrátt, at tað skuldi vera tætt millum keturnar hjá okkum, og at vit skuldu dúva uppá deyðbóltsstøður og so kanska, at Popczynski skuldi fáa okkurt burturúr sjálvur. Tíverri høvdu vit ikki hepni við okkum, tá ið tað í 1. hálvleiki, staðfestir miðvallarin og einsamalli landsliðsspælarin hjá GÍ, Súni Olsen.
Hann vísir eisini á, at tá ið tað fyrstu ferð var komið hol á, gekk alt skeiva vegin.
- Teir eru skjótir, og tí kann tað sjálvandi koma fyri, at teir eru leysir mitt fyri málinum hjá okkum. Men tað er undarligt, at teir knappliga fara at vinna luftbóltarnar, tá ið vit so leingi hava hildið teimum so væl. Hetta er nakað, sum vit mugu arbeiða við, nú vit fyrireika okkum til HB vitjanina, heldur Súni Olsen.