Kosovo – Føroyar: Ein stórur dystur fyri bæði londini

Pristina: Útselt upp á fáar tímar og nógvur spenningur í Kosovo

Landsdysturin í kvøld millum Kosovo og Føroyar hevur stóran týdning fyri bæði londini. Fyri Føroyar er talan um fyrsta veruliga møguleikan, at kunna bjóða av í kappingini um eitt pláss í EM 2020 endaspælinum, fyri Kosovo er dysturin eisini politiskur.

 

(Brot úr upptaktsgrein í Sosialinum)

 

Tað er sum ein avbera heitan føroyskan summardag í Pristina í Kosovo. Føroyska landsliðið hevur vant á Fadil Vokrri Stadium, sum liggur fáar metrar frá hjartanum í býnum. Íbúgvaratalið í Pristina liggur um tey 200 túsund, meðan íbúgvaratalið í Kosovo er áleið 1,8 millión til samans.

 

Á føroyska tíðindafundinum eru Lars Olsen og Gunnar Nielsen til staðar. Upp á nógvar mátar ein vanligur tíðindafundur, har dentur verður lagdur á týdningin at fáa stig í dystinum. Vit hava vunnið á Malta, og liggja nummar eitt í bólkinum, eftir at Aserbadjan og Kosovo spældu javnleik í fyrsta umfarinum.

 

- Hetta er ein javnur og spennandi bólkur. Vit vita eisini, at hini liðini halda tað. Á pappírinum, so er Kosovo kanska sterkari. Vit kunnu væl liva við, at Kosovo og Aserbadjan eru favorittar, men vit hugsa mest um okkum sjálvar, eru orðini hjá landsliðsmálverjanum Gunnari Nielsen.

 

Fyrsti dysturin móti Føroyum

Fyrsti alment góðkendi landsdysturin hjá Kosovo var móti Føroyum í juni 2016. Dysturin bleiv spældur í týska býnum, Frankfurt. Kosovo vann dystin 2-0, hóast teir fingu ein spælara útvístan í fyrra hálvleiki. Føroyska liðið svarar aftur við einum av teimum heilt sjálvsomu reyðu kortunum, tí Bogi Reinert-Petersen fær bæði debut og útvístin upp á heilt fáar minuttir. Á tíðindafundinum verður Lars Olsen eisini spurdur um dystin, og um Kosovo hevur gjørt framstig síðani.

 

- Tað er torført at meta Kosovo er betri nú. Vit taptu í Frankfurt. Tað sum eg havi síðani sæð er, at nógvir nýggir spælarar eru við nú. Tit hava eisini nógvar splælarar kring Evropa. Eg ivist ikki í, at Kosovo blívur betri og betri, so hvørt sum liðið fær spælt fleiri dystir. Talan er jú um eitt nýtt landslið, sigur Lars Olsen.

 

Politiskur spenningur í Kosovo

Tað fylgir nógv politiskt stríð við í sjálvstýrinum og FIFA-limaskapinum hjá Kosovo. Tað kemur eisini til sjóndar á tíðindafundinum hjá Kosovo. Fyrrapartin av tíðindafundinum hjá Kosovo, sum er aftaná føroysku venjingina, svarar Samir Ujkani, sum spælir við Çaykur Rizespor í Turkalandi, á móðurmálinum, meðan ein tolkur umsetur til enskt.

 

Tá ítróttarredaktørurin hjá Kringvarpinum, Leivur Frederiksen, setir ein spurning um stoltleikan av at umboða Kosovo, so liðskiparin hjá Kosovo, at hann gjarna vil sleppa at svara á enskum.

 

- Hetta var altíð ein dreymur, at kunna spæla við Kosovo. Vit eru stoltir av, at kunnu spæla fyri Kosovo. Vit vita eisini hvussu nógv fólk hava kepmað fyri hesum. Vit eru stoltir og ótrúliga fegnir um hendan møguleikan, sigur Samir Ujkani. Tað hoyrist á røddini, at hetta e nakað, sum hevur stóran týdning fyri hann.

 

Venjari: Tit mugu virða Føroyar

Í seinna partinum av tíðindafundinum, er tað landsliðsvenjarin hjá Kosovo, sum stendur fyri skotum. Høvðusvenjarin hjá Kosovo er Bernard Challandes, sum tók við sum venjari fyrr í ár, eftir at Albert Bunjaki takkaði fyri seg í 2017. 67 ára gamli Bernard Challandes, sum er úr Sveis, hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá Armenia.

 

Eftir tveir bleytar spurningar, fær hann ein harðan spurning frá einum av lokalu tíðindamonnunum. Hann verður spurdur, um hann ætlar at leypa á í dystinum, og um hann ætlar at leggja frá sær, um Kosovo nú skuldi tapt.

 

- Kanska fólk halda, at vit eru best í hesum bólkinum. Tit forlanga álopsfótbólt, men vit mugu eisini verða stinnir í verjustøðu. Eg skilji, at tit seta spurningar við álopsspælið í seinasta dysti, men tit halda ov lítið um Føroyar. Teir hava tapt tvey stórtap, men restina av dystunum eru allir javnir. Eg komi úr Sveis og havi sæð Andorra bara tapt 1-0 móti Portugal. Vit hava fyrr havt trupulleikar við verjuni, men nú lata vit fáa mál inn. Eg skilji, at tú sum fjeppari og journalistur úr Kosovo vil hava álopsfótbólt, men sum venjari má finna javnvágina, segði Bernard Challandes algoystur.

 

Um hetta var spæl fyri gallarínum skal verða ósagt, men stutt eftir er tónin meiri vinarligur, og partarnir hava bestan hugin at flenna eftir støðuni.

 

Útselt upp á fáar tímar

Føroyska landsliðið skal í kvøld spæla móti Kosovo á Fadil Vokrri Stadium. Hetta er fyrsti veruligi heimadysturin hjá Kosovo. Á tíðindafundinum verður eisini boðað frá, at tey áleið 12 túsund atgongumekini blivu seld upp á fáar tímar. Áhugin er óvanliga stórur fyri júst hesum dystinum.

 

- Eg eri fegin um, at tað er so stórur áhugi fyri okkara fyrsta heimadysti. Tað merkir nógv fyri okkum, tí vit vilja gjarna vinna. Vit vóna, at við hesum kann Kosovo koma longur fram sum fótbóltstjóð, sigur liðskiparin hjá Kosovo, Samir Ujkani.

 

Lars Olsen fekk eisini ein líknandi spurning.

 

- Eg havi hoyrt at 12 til 13 túsund áskoðarar verða á staðnum. Tað koma spælararnir at merkja á vøllinum, so tað ger tað eisini torført, men tað kemur eisini at motivera okkara spælarar. Eg veit, at Kosovo hava eitt gott lið, og heimavøllurin er ein fyrimunir fyri Kosovo, so vit vita at hetta verður torført, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

 

Landsdysturin millum Kosovo verður í kvøld klokkan 19.45. Bæði In.fo og FM1 siga frá dystinum.