Kostaði dýrt at smugla stolnan bil til Føroyar

Tveir mans ætlaðu at gera kvetti, tá ið teir smuglaðu ein stolnan til Føroya. Hetta var professionelt og væl fyrireikað, men takkað verið einum árvaknum politisti, varð svikið avdúkað, sigur Finn Ougaard, varafúti

- Hetta var professionelt og væl fyriskipað.

Hetta vóru orðini, sum Finn Ougaard, varafúti, brúkti í landsrættinum í gjáramorgunin.

Á ákærubonkinum sótu tveir mans, sum vóru ákærdir fyri at hava smuglað ein bil til Føroyar og sostatt vóru teir eisini ákærdir fyri at hava snýtt landskassan fyri toll og skrásetingargjald.

Tað høvdu teir gjørt soleiðis, at teir høvdu sent ein gamlan bil úr Føroyum til Danmarkar.

Har høvdu teir so stolið ein bil, sum var næstan sama slag og síðani flutt stellnummar og plátuna við framleiðslunummarinum og typunummarinum yvir á tann stolna bilin, umframt teir eisini tóku nummarspjøldrini av føroyska bilinum og settu tey á tann stolna danska bilin.

Síðani kom bilurin aftur til Føroyar.

Men smuglingin varð avdúkað og hendan miseydnaða smuglararoyndin hevur nú kostað teimum báðum monnunum dýrt.


Avdúkað av tilvild

Tá ið Landsrætturin viðgjørdi málið í gjár, staðfesti varafútin, at hetta málið er eitt skúladømi um at bilar vera umdoyptir fyri at sleppa undan at gjalda toll og skrásetingargjøld.

Málið byrjaði, tá ið ein maður keypti ein gamlan brúktan bil í Føroyum.

Einaferð, bilurin var til umvælingar á verkstaði í Havn, funnu tey útav, at hann trongdi til so stórar ábøtur, at tað var bíligast at senda hann uttanlands til umvælingar.

Í hesum sambandi fekk føroyski eigarin fatur á einum føroyingi í Danmark, sum fæst við at umvæla bilar og avtalan var, at bilurin skuldi sendast niður til hansara.

Bilurin var í Danmark í sjey mánaðir og sambært varafútanum var tað tí, at tey leitaðu eftir einum hóskandi bili at stjala ístaðin.

Tað eydnaðist at finna ein bil, sum hevði áleið sama lit, men hann var fýra ella fimm ár yngri og í nógv betri standi.

At alt tók so langa tíð, vísir, at hetta var eitt væl skipað ætlan, heldur varafútin.

Men tað var púra av tilvild, at málið varð avdúkað og Finn Ougaard staðfesti, at tað var einans takkað verið einum árvaknum politisti í Danmark, at menninir nú standa til svars fyri sínar gerðir.

Tað hendi, eftir, at politiið í Danmark steðgaði føroyinginum, sum skuldu umdoypa bilin í Danmark og rannsakaði bilin hjá honum í sambandi við at hann var meldaður fyri at hava stolið ein generator av einum ídnaðarøki.

Tá fann politiið eina plátu við stellnummarinum á føroyska bilinum og avmyndaði tað.

Politiið í Danmark kannaði so eftir, hvaðani stellnummarið stavaði. Teir funnu fram til bilin í Føroyum og boðaðu føroysku myndugleikum frá.

Í Føroyum undraðu tey seg yvir, at bilurin varð ikki frámeldaður í skrásetingini og tí høvdu tey eyga við bilinum.

Fútin heldur, at tann veruleiki, at teir skóru stellnummarið úr føroyska bilinum, sum varð sendur til Danmarkar og koyrdu runt við tí í bili í Danmark, vísir bara, at ætlanin var ongantíð var at umvæla bilin.

Teir høvdu stellnummarið liggjandi til teir funnu ein hóskandi bil at stjala og seta stellnummarið í.

Nakað eftir, at stolni bilurin so er komin aftur til Føroya, verður hann kallaður á Akstovuna til sýn og tá fór kavablakið á rull.

Akstovan kannaði bilin væl og virðiliga og tað vísti seg, at hóast varafútin helt, at alt var væl fyrireikað, vóru fleiri viðurskifti, sum vóru so illa frágingin, at tað avdúkaði teir.

Tað sóust týðilig spor eftir sveisingum rundanum stellnummarið og bæði typuypláta og framleiðslupláta vóru sett føst við vanligum skrúvum ístaðin fyri teimum upprunaligu nittunum.

- Man kann ikki siga, at tað sá serliga “fabriksmonterað” út, helt ein sakkønur á Akstovuni speiskliga fyri í Landsrættinum.

Lykilin til bilin passaði bara til tendringina og tær báðar fremru hurðarnar, tí teir høvdu tikið tendring og lás av gamla bilinum. Men lykilin passað ikki til viðførisrúmið.

Tendringin var illa sett í og tað var karvað av panelinum rundanum hana og hóast bilurin var myrkur innan, var handtakið í teirri eini hurðini reytt, tí tað var tikið úr tí gamla bilinum,

Og bilurin, sum varð sendur niður, hevði koyrt góðar 250.000 kilometrar, men bilurin, sum kom aftur til Føroyar hevði koyrt langt yvir 400.000 kilometrar og sostatt skuldi hann havt koyrt yvir 150.000 kilometrar upp á eitt ár, ella so.


Undraði hann ikki

Varafútin helt, at tað kundi rætt og slætt ikki passa, at maðurin, sum átti bilin, ikki sá, at talan var um ein heilt annan bil.

Maðurin noktaði seg sekan. Hann hevði ikki undrað seg yvir, hví bilurin upp á onga tíð hevði koyrt heilar 150.000 kilometrar, tí hann hugdi ikki eftir kilometrateljaranum. Tað hevði heldur ikki undrað hann, at bilurin hevði skift lit bæði innan og uttan, tí hann segði, at avtalan hevði alla tíðina verið, at setrini skuldi klæðast av nýggjum.

Annars segði hann, at hann var burtur tað mesta av árinum og tí koyrdi hann millum lítið og onki í bilinum.

Maðurin, sum stóð fyri stuldrinum í Danmark var ikki til staðar, men í Føroya Rætti hevur hann greitt frá, at hann hevði ikki umvælt bilin sjálvur, men hevði sent hann á verkstað í Flensborg. Hvussu tey høvdu manøvrerað, visti hann onki um og tí visti hann onki um stuldurin.


Kostaðu 200.000 krónur í part

Tað er gamalt, at bæði tjóvurin og tann, sum tekur ímóti einum stolnum luti, fáa somu revsing og so var eisini í hesum føri.

Í Føroya rætti, varð maðurin, sum hevði staðið fyri at stjala bilin í Danmark og sum hevði doypt hann um til ein føroyskan bil, dømdur at sita í fýra mánaðir.

Men av tí, at málið var so gamalt, slapp hann undan at sita, bara hann onki ólógligt ger í tvey ár.

Maðurin í Føroyum, sum átti bilin, varð fríkendur fyri at hava tikið ímóti einum stolnum luti, tí rætturin helt ikki, at tað kundi prógvast, at hann visti, at bilurin var stolin.

Hinvegin vórðu báðir menninir dømdur at rinda toll og skrásetingargjald til landskassan, tilsamans næstan 90.000 krónur.

Men teir blivu eisini dømdur at betala 150.000 krónur í part í bót fyri at hava roynt at snýtt í tolli.

Men fútin helt, at maðurin, sum átti bilin í Føroyum, varð sloppin ov lætt og tí varð málið skotið inn fyri landsrættin við kravi um, at hann eisini varð dømdur fyri at hava tikið ímóti einum stolnum luti, tí tað kundi ongin ivi vera um, at hann visti av, at bilurin var stolin.

Hinvegin hildu teir báðir dømdu, at teir vórðu dømdir ov hart, so teir skulu eisini dómin inn fyri landsrættin við kravi um fríkenning ella linari revsing.

Men tað loysti seg slett ikki hjá teimum, tí landsrætturin gav fútanum viðhald. Landsrætturin kom til ta niðurstøðu, at maðurin, sum skuldi hava bilin í Føroyum, mátti vita, at hann var stolin, serliga tá ið hugsað var um, hvussu nógv hann var broyttur og tí varð hann dømdur at í fongsul í fimm mánaðir, men av tí, at málið var so gamalt, sleppur hann frá at sita, bara hann onki annað revsivert ger tey bæði næstu árini.

Annars staðfesti landsrætturin, at teir skulu betala 150.000 krónur í part í bót fyri at hava roynt at snýta í tolli og harafturat skulu teir skulu betala 90.000 í skrásetingargjaldið og tolli, tilsamans.

Men klárar annar teirra ikki at betala sínar 45.000 krónur, noyðist hin at betala alt.

Og bilin mistu teir sjálvandi eisini, so nú standa teir eftir á berum, við ongum bili og tilsamans 390.000 krónur fátækari.