Kostar 30 størv at fáa roknskapin at javnviga

KRINGVARPSSTÝRIÐ Tað kostar 20 størv hjá Kringvarpinum at spara seg til javnvág. Men av tí at 20 fólk skulu hava fýra milliónir í uppsagnarløn er neyðugt at siga 10 fólkum afturat úr starvi

Frágreiðing frá kringvarpsstýrinum

Broytingin í 2010 í reglunum um kringvarpsgjald hevur havt við sær munandi hægri inntøkur frá kringvarpsgjaldi. Broytingin ber m. a. í sær, at Krintvarpinum er heimilað at krevja kringvarpsgjald frá øllum húskjum, sum kunnu móttaka sendingar í sjónvarpi, útvarpi ella á internetinum.
Tað er tó eitt sera stórt og umfatandi arbeiði hjá Kringvarpinum at krevja kringvarpsgjaldið inn, bæði frá húsarhaldum og virkjum. Hóast lógarheimildir og atgongdir til almennar skráir, eru hvørt ár stórar upphæddir, sum Kringvarpið ikki fær inn.
Spæliinntøkurnar hava sveiggjað seianstu árini, men í ár hava inntøkurnar frá kringvarpsspølum verið serstakliga lágar. Frá undanfarnum árum vita vit, at støddin á Gekkinum hevur stóra ávirkan á inntøkurnar hjá Kringvarpinum. Tá Gekkurin verður vunnin, áðrenn hann gerst veruliga stórur, gevur tað fáar inntøkur til Kringvarpið. Og júst hetta hevur verið mynstrið higartil í ár. Harafturat bendir nógv á, at fólk spæla minni nú kreppa hevur verið seinnu árini, ella so hella tey meira til stóru vinningar í útlendskum eydnuspølum.
At lýsingainnøkurnar eru lækkaðar er helst ein varandi gongd, har fyritøkur brúka orku til bíligar ella ókeypis lýsingar á Facebook og øðrum miðlum. Brúkaramynstrið hjá sjónvarpismiðlinum er eisini, at alt fleir fólk hyggja at sendingum á netinum. Hetta hevur neiliga ávirkan á lýsingainntøkurnar hjá Kringvarpinum, sum ongar lýsingar hevur á sínari heimasíðu. Kringvarpið tillagar alsamt útreiðslustøðið til lækkandi inntøkurnar, men sum almennur stovnur hevur Kringvarpið nógvar skyldur, ið hava langa uppsagnartíð, eitt nú lønir og rættindi.
Árið í ár er harafturat merkt at sjóraskifti, har undanfarni stjórin segði seg úr starvi 1. mai, og nýggi stjórin tók við 1. august – hetta tíðarskeiðið kann sigast, at eitt tómrúm hevur verið á stovninum, og kann ein avleiðing av hesum vera, at átøk ikki eru sett í verk fyrr enn í hesum árinum.
Talvan niðanfyri vísir høvuðstølini hjá stovninum í ár og næsta ár við verandi kørmum.
Í ár eru føstu útreiðslurnar hjá Kringvarpinum 28,5 milliónir krónur. Føstu útreiðslurnar feva um húsaumsinting, akfør, rættindi, kunningartøkni, fíggjar- og umsitingardeidlina, miðladeildina og part av tøknideildini. Inntøkurnar eru 56,7 milliónir krónur, og leggja vit meirnýtsluna á 3,7 milliónir krónur afturat, gevur tað í alt góðar 60 milliónir krónur. Draga vit føstu útreiðslurnar frá, hevur Kringvarpið brúkt út við 32 milliónir krónur til at framleiða public service tilfar til sínar miðlapallar. 84 fólk eru í starvi, harav eini 54 beinleiðis framleiða miðlatilfar.

Kringvarp Føroyar 2012 2013
Inntøkur íalt 56.744.000 55.000.000
Fastar útreiðslur 28.572.000 28.000.000
Prísvøkstur 2% p. a. 1.100.000
Tilfar til framleiðslu 31.890.000 25.900.000
Avseta móti avspáking 0 500.000
Kostnaður, uppsagnir 0 4.000.000
Í alt til framleiðslu 31.890.000 21.400.000
Ársverk 84 54
Úrslit -3.700.000 0

Sum tølini frammanundan vísa, eru inntøkurnar tillagaðar eftir verandi inntøkustøði. Hædd er tikin fyri prísvøkstri, og skerjingar eru í øllum kostnaðum. Av tí at hallið í ár væntandi fer við restini av eginognini hjá fyrrverandi Útvarp Føroya, er alt avgerandi, at úrslitið í 2013 javnvigar.
Talvan frammanfyri vísir eina varisliga inntøkumeting, sum er grundað á verandi inntøkustøði, har inntøkan í 2013 veður mett til 55 milliónir krónur. Draga vit førstu útreiðslurnar á 28 milliónir frá og prísvøksturin í samfelagnum á 1,1 millión frá, eru 25,9 milliónir krónur eftir. Hetta røkkur í mesta lagi til ein starvsfólkahóp á 64 fólk.
Men stovnurin má seta hálva millión krónur av ímóti avspáking, og harafturat kostar tað stovninum fýra milliónir krónur í uppsagnarløn í 2013, um 20 fólk skulu sigast úr starvi. Skal úrslitið javnviga, hevur Kringvarpið ongan annan møguleika enn at taka hædd fyri hesum kostnaði og siga tíggju fólku afturat úr starvi.
Eftir til beinleiðis framleiðslu í 2013 eru 21,4 milliónir krónur – tað merkir, at í mesta lagi 54 starvsfólk í alt verða á stovninum, har einans á leið 30 arbeiða beinleiðis við at framleiða miðlatilfar.
Skulu 30 fólk sigast úr starvi, er neyðugt at gera ógvuslig inntriv í alt tilfar, Kringvarpið framleiðir. Niðanfyri sæst, hvussu hetta helst fer at raka ymsu økini í public service sáttmálanum, um vit niðurraðfesta budgettølini fyri 2012 eftir nøkulunda sama leisti, sum uppraðfestingin í public service sáttmálanum leggur upp til. Hetta um so var, at KvF fekk størri inntøkur.