Fiskivinna
Tunnlin ímillum Hvalba og Tvøroyri er so vánaligur, at hann er ein stórur trupulleiki fyri flakavirkið í Hvalba.
Tað vóru fólk aftanfyri Delta Seafod á Tvøroyri, sum fyri einum ári síðani lótu flakavirkið í Hvalba uppaftur, eftir at tað hevði staðið stongt eina tíð.
Men vánaligi tunnilin ímillum Hvalba og Tvøroyri førir við sær, at flakavirkið í Hvalba hevur munandi verri treytir at virka undir enn hini flakavirkini í landinum.
Tunnilin er so lágur, at nógvir lastbilar og treylarar fáa ikki koyrt ígjøgnum hann.
Tí er neyðugt at hava serbygdar lastbilar til at flyta fisk til og frá virkinum. Hetta eru bilar, sum eru lækkaðir fyri at passa ígjøgnum tunnilin.
- Tað merkir, at hvørja ferð, fiskur skal flytast til virkið í Hvalba og hvørja ferð virkið í Hvalba skal avskipa virkaðan fisk, er tí neyðugt at umskipa fiskin frá einum lastbili í annan, sigur Ólavur Bjarkhamar, stjóri í TG-Seafood sum hevur flakavirkið í Hvalba.
Kostar 400.000 krónur eyka
Hann sigur, at hetta hetta førir nógv eyka arbeiði við sær, sum onnur virki í landinum ikki hava
- Tað stendst so nógv eyka arbeiði av hesum umskipingum, at tað kostar flakavirkinum í Hvalba einar 400.000 krónur um árið í eyka útreiðslum, sum onnur virki í landinum ikki hava.
At hava eina eyka útreiðslu upp á 400.000 krónur, er ein heilt stórur trupulleiki hjá einum fiskavirki, tí í hesi vinnuni er avlopið ógvuliga lítið frammanundan.
Stjórin á Delta Seafood sigur, hvørja ferð, tey keypa fisk aðrastaðni, má fiskurin umskipast í serbygdan lastbil, áðrenn hann sleppur ígjøgnum Hvalbiartunnilin til flakavirkið.
Og hvørja ferð virkið skal avskipa fiskin aftur, má hann aftur fyrst upp í ein serbygdan lastbil og síðani aftur umskipast í treylarar til Norrønu.
Tað sama er, tá ið fiskur verður avreiddur í Hvalba og skal flytast á Delta ella á onnur virki í Føroyum at verða virkaður
- Eitt er, at alt hetta eyka arbeiði førir nógvar útreiðslur við sær, sum onnur virki ikki hava. Men eitt heilt annað er, at køliketan verður brotin, tá ið fiskurin verður umskipaður og tað er stak óheppið fyri dygdina. Hetta førir eisini til seinkingar og júst tíðin hevur stóran týdning, tá ið arbeitt verður við feskum fløkum.
Av tí, at bilarnir eru lækkaðir, taka teir eisini minni enn aðrir bilar og tað førir eisini til eyka útreiðslur.
Ólavur Bjarkhamar sigur, at teir eru eisini avskornir frá at bjóða koyringina við fiski til og frá virkinum, út, tí tað krevur, at flutningsfyritøkan hevur ein serbygdan bil og tað hava tær ikki.
Ikki ómøguligt-men tungt og dýrt
Hann sigur, at tað er rættiliga nógv samstarv ímillum flakavirkið í Hvalba og virkið hjá Delta á Tvøroyri.
Tað førir við sær, at at tað eru rættiliga stórar nøgdir av fiski, sum verða fluttar ímillum Tvøroyri og Hvalba.
Líka torført er tað, tá ið frystur fiskur skal avskipast.
- Frystiframleiðslan verður útflutt við Eimskip í bingjum sum fara beinleiðis til viðskiftafólkini í Evropa.
Men bingjurnar sleppa heldur ikki til Hvalbiar og tí er neyðugt at flyta frystiplattarnar leysar upp til Delta á Tvøroyri, har teir verða fyltir í bingjur til avskipingar.
Ólavur Bjarkhamar sigur, at hóast hetta førir stórar eyka útreiðslur og nógvar trupulleikar við sær, er tað ikki so, at tað ómøguligt at arbeiða í Hvalba.
- Tað er tað ikki, men tað er munandi tyngri og dýrari at hava virkið í Hvalba enn tað er aðrastaðni við tí vánaliga og ótíðarhóskandi tunlinum, sum nú er ímillum Hvalba og Tvøroyri.
Tí heldur hann, at tað hevur rættiliga stóran týdning, at tunnilin verður dagførdur, so at vinnan í Hvalba fær betri umstøður at arbeiða undir.
Og, hvønn týdning, tað hevur, nýtist ongum at ivast í.
Flakavirkið í Hvalba tekur ímóti einum 4000 tonsum av fiski í ár. Og tá ið tann vánaligi tunnilin kostar virkinum 400.000 krónur um árið í eykaútreiðslum, er skjótt at rokna út, at tað kostar virkinum 10 oyru í eyka útreiðslum fyri hvørt kilo, at tunnilin er so ótíðarhóskandi, at vanligir bilar ikki passa ígjøgnum hann.