Koyra aftur um Gøtueiði

Ferðslan um Gøtueiði er komin í rættlag aftur, eftir at hon stóð mest sum still í hálvan annan tíma í morgun. Nógvir bilar megnaðu ikki at koyra um Gøtueiði, og langar røðir stóðu báðu megin eiði.

Løgreglan í Runavík var á staðnum, og maskinur frá Landsverk hjálptu bilum, sum stóðu fastir.

Sagt verður av løgreglustøðini í Runavík, at onkrir bilar fingu smærri snuddir, men eingin álvarsligur skaði var, og nú er ferðslan komin í rættlag aftur.