Koyrandi eftir Stórabeltsbrúnni

Sunnudagin 14. juni verður Stórabeltsbrúgvin alment tikin í nýtslu aftaná at arbeitt er uppá fasta sambandið í átta ár. Tað verður Margretha drotning, sum fær heiðurin at klippa snórin

Sunnudagin 14. juni, tá Margretha drotning hevur klipt snórin í tvey, er landafast millum Sæland og Fjón.

Tað er eitt av størstu anleggsarbeiðunum í Danmark, sum tá verður liðugt.

Tað var í juni 1986 at danska fólkatingið samtykti at fara undir at gera fast samband um Stórabelt og í januar 1987 var felagið, sum hevur staðið fyri arbeiðinum, A/S Storebæltsforbindelsen, stovnað.

Hálvt annað ár seinni, tann 23. juni 1988 varð spakin settur í á fyrsta sinni, og tað var táverandi ferðslumálaráðharrin, H. P. Clausen, sum fekk tann heiðurin.

Tunnilsarbeiðið fór í gongd í 1990. Sáttmáli var gjørdur við MT-Group um gerð av tunnlunum í 1988, men fyrireikingarnar til eitt slíkt arbeiðið tekur drúgva tíð.

Vesturbrúgvin - tann millum Fjón og Sprogøe - fór í gongd í 1991 og tann 26. juni 1994 var vesturbrúgvin liðug. Tað var European Storebaelt Group, sum stóð fyri tí arbeiðinum.

Á heystið 1991 var sáttmáli gjørdur við Great Belt Contractors um at gera Eysturbrúnna. Henda brúgvin er munandi øðrvísi enn vesturbrúgvin, tí her er talan um eina heingibrúgv, sum bert er roknað til bilferðslu. Vesturbrúgvin er harafturímóti ein kombinera bil- og tokbrúgv.

Arbeiðið uppá Eysturbrúnna byrjaði í januar 1995 og nú tann 30. november 1997 var síðsti parturin av vegbreytini í Eysturbrúnni lagdur upp á pláss.

Sunnudagin 14. juni verður so fasta sambandið um Stórabelt alment tikið í nýtslu tá Margretha drotning klippir snórin av. Tá eru liðin tólv ár síðan fólkatingið samtykti at fara undir fasta sambandið.

Tó so, áðrenn almennu upplatingina verða ymisk tiltøk á brúnni.

Stóra súkklukappingin Danmark Rundt er í byrjanini av juni mánað og ein av etapunum verður júst eftir brúnni.

Bæði hósdagin 4. juni og fríggjadagin 5. juni verða súkklukappingar eftir nýggju brúnni.

Leygardagin 6. juni verður rulluskoytukapping á brúnni og sunnudagin verður ein»bilparada«.

Er áhugið at vita meir um Stórabeltsbrúnna, so er møguleiki fyri hesum á Internótini. Adressan er: www.storebaelt.dk