Koyrdi 135 km/t í nátt

Løgreglan var í Norðskálatunnlinum í nátt, tá ið ein bilførari varð tikin fyri at koyra heili 135 km/t.

Í nátt varð ein bilførari tikin í Norðskálatunnlinum fyri at koyra alt ov skjótt. Tá ið løgreglan máldi ferðina segði hon nevniliga heili 135 km/t.

Slíkt ógvuslig ferð viðførir, at bilførarin missur koyrikortið á staðnum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at í slíkum førum sleppur førarin ikki at koyra frá staðnum og tí má ringjast eftir onkrum, sum kann heinta bil og bilførara.

Tá ið ein missur koyrikortið á staðnum, so skal ein upp til koyriroynd og teori á nýggjum.