VIDEO: Messi og liðfelagarnir taptu stórt fyri PSG (HM fyri felagslið)

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Paris Saint Germain-Inter Miami 4-0 (4-0)

Paris Saint Germain brúkti bara ein hálvleik upp á at smyrja liðið hjá Lionel Messi, Inter Miami av á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta í Georgia.

 

Í steðginum var 4-0 til PSG, og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið av dystinum. Fyri FIFA var tað helst ein lætti, at tað var nærum fullsett á áskoðaraplássunum.

 

PSG hevði bóltin 67 prosent av tíðini, og hagtølini: royndir innanfyri málrammurnar vístu 9-3 til PSG.

 

Paris Saint Germain-Inter Miami 4-0 (4-0)

1-0 Joao Neves ('6 )

2-0 Joao Neves ('39 )

3-0 sjálvmál ('44 )

4-0 Achraf Hakimi ('45 )

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Paris Saint Germain og Inter Miami:

 

##med2##