Koyrdi upp móti 150 km/t í Norðskálatunlinum

Løgreglan var í gjár úti við ferðmátaranum og gjørdi kanningar ymsa staðni kring landið.


Tað tykist, at flestu føroyingar halda ferðini á landavegnum, tí tá løgreglan gjørdi kanningar í Norðskálatunlinum, varð bara ein bilur steðgaður. Viðkomandi varð tó tikin fyri at koyra 147 kilometrar um tíman, og misti harvið koyrikortið á staðnum.


Støðan er tó verri í bygdum øki. Fyrr á degnum hevði løgreglan nevniliga máta ferðina hjá bilum í bygdum øki, og har var úrtøkan hjá løgregluni munandi betri. Fýra bilførarar vórðu steðgaðir fyri at koyra millum 75 og 78 km/t og fingu sostatt klipp í koyrikortið.