Koyrdi við ongum koyrikorti í eitt heilt ár

Løgreglan hevur tikið tveir bilførarar við ongum koyrikorti, men serliga tann eini loypti hvøkk á løgreglufólkini

Nú um dagarnar hevur løgreglan gjørt umfatandi ferðslukanningar, og í tí sambandi vórðu tveir bilførarar tiknir, tí koyrikortið var útgingið fyri aldur.

 

Serliga tann eini bilførarin loypti hvøkk á løgreglufólkini, tí tað vísti seg, at tað var meiri enn eitt heilt síðani at koyrikortið hjá honum gekk út. Sostatt hevði hann koyrt akkurát sum um at enki var hent í meiri enn eitt heilt ár við ongum koyrikorti.

 

Hann greiddi løgregluni frá, at hann hevði væntað at fáa eina áminning frá Akstovuni um øll slík viðurskifti. Men soleiðis er skipanin ikki, tí Akstovan hevur ongan møguleika at halda skil á nær koyrikortið hjá hvørjum einstøkum bilførara gongur út av einihvørjari orsøk

 

Tískil minnir løgreglan á, at tað er hvør einstakur bilførari sum hevur ábyrgdin av at kanna, nær koyrikortið gongur út, so at hann kann tryggja sær, at hann altíð hevur galdandi koyrikort.

 

Tað hevur leingi verið so, at koyrikort er galdandi til bilførarin er 70 ár, so skal tað endurnýggjast, men nú er aldursmarkið hækkað til 75 ár.

 

Hinvegin kunnu sjúka, og onnur viðurskifti, gera, at gildistíðin er styttri og at koyrikortið bara er galdandi í nøkur fá ár ísenn, so at tað kanska skal endurnýggjast fimtahvørt ár, ella so.

 

Men eru trý ár ella meira liðin frá tí, at koyrikortið fór úr gildið, skal bilførarin upp til nýggja koyriroynd fyri at fáa tað aftur.