Koyrið Heilsutrygdina aftur í skuffuna

– og latið hana liggja har – í tað minsta til tit klára at krevja peningin inn yvir skattin

Háttvirdi tinglimur
Bert nakrar viðmerkingar sum vit vóna vilja geva eftirtanka, nú lógin um sjúkratryggingina skal til viðgerðar í Tinginum.
Sum tygum vita, so hevur ætlanin um avtøku av sjúkrakassunum leingi verið á veg. Skiftandi landsstýrisfólk og samgongur hava havt hetta, meir ella minni á borðinum, nú í fleiri ára tíggir. Hóast ymist hevur verið hvussu »barnið« hevur sæð út, so er tó eitt ið øll árini hevur verið hitt sama:

»Innkrevjingin skal um skattin.« & »Teir sterku herðarnir skulu bera mest«.

Nú er so ætlanin at taka sjúkrakassarnar úr hondunum á teimum, ið, vilja vit pástanda, hava umsitið hesa skipan – tænastu fyrimyndarliga í yvir 100 ár, men tað ófatuliga er nú, at ætlanin at yvirtaka hesa skipan, uttan at hon skal um skattin. Á síðsta fundi sum vit í sjúkrakassunum høvdu við Aksel Johannesen varð landsstýrismaðurin spurdur, um hann sjálvur trúði, at innkrevjingin nakrantíð kom at fara yvir skattin. Til hetta svaraði hann greitt og týðuliga, nei, – fór so at fabla um nakað, ið hann kallaði: »Koppskatt« – og hvat skuldi tað annað verið í hesum Kop 15 tíðum, – smart skal tað vera. Skal tað so kanska ongantíð yvir skattin? varð spurt. Aftur var svarið hetta nýggja navnið, og segði hann seg hava funnið út av, at hesin formur fyri skatti varð brúktur onkra aðrastaðni við góðum úrsliti – ja, hann greiddi frá, at tá fólk í umsitingini nú høvdu kannað, hvussu nógvir persónar als ikki komu at gjalda nakað, um kravt varð um skattin, so vísti tað seg at vera eitt nógv stórri tal, enn roknað hevði verið við. Serliga var tað ein bólkur, ið hann rópti rík – við góðari inntøku, ið als ikki komu at gjalda nakað.
Men oman á øll rakstrarrópini og niðurgeringina av sjúkrakassunum, sum hevur verið, so má tað kennast sum ein ósigur, at tað so nógv hataða inngjaldið skal halda fram. So hvat er nú til ráða at taka.
Jú, tá er tað, at onkur lærdur kemur fram við orðinum »Koppskattur«.
Hokuspokus! Vit kalla tað Koppskatt.
So standa øll sum kánus og undrast um hetta fína navnið.
Sig so at lærdómur onki er verdur.
Tá vit nú í fjølmiðlunum hoyra, hvussu Aksel umaftur og umaftur heldur fram, at alt skal fáast upp á pláss innan fyri eitt tíðarskeið upp á tvey ár, so er hetta onki annað enn eitt spæl fyri »gallarínum«.

Tá vit senda tygum hesar reglurnar, so er tað tí, at vit eru vald at taka okkum av áhugamálunum hjá teimum limunum, ið hoyra til okkara sjúkrakassa, og vit kenna okkum als ikki sannførd um, at tann nýggja skipanin verður eins góð og tann verandi; tvørtur ímóti so sær tað út til at blíva ein verri skipan.
Limagjaldið fer upp
Tænastan verður verri
Ætlanin sær út til at vera, at skipanin kann (skal) broytast aftur og aftur, alt eftir hvør er landsstýrismaður.
Í Danmark er tann almenna skipanin í dag so útholað, at flestu fólk als ikki rokna hana uppí, tá talað verður um sjúkratrygging, og tí eru í dag yvir 2 mill. danskarar umframt børn, limir í tí privatu tryggingini.
Gud viti, hvussu skilið við tíðini kann blíva her í Føroyum, tí um Aksel Johannesen fær sín vilja, so skal bert hendan almenna tryggingin fáa loyvi at virka.
So leingi sum sjúkrakassarnir hava verið til, hevur málsetningurin hjá teimum, ið hava umsitið og varðað av hesum stovnum verið, at halda allar útreiðslur, tá hugsað verður um umsiting o. l. so lágt niðri sum møguligt, – men longu nú frættist um fleiri stýrir og ráð av høgt løntum fólki í umsitingini. Hetta meta vit gevur grund til stúran, og vit meira enn hóma eina dýra umsiting.
Okkara áheitan á tykkum her til seinast skal vera: Koyr hatta í skuffuna og lat tað liggja har – í tað minsta til tit klára at krevja peningin inn yvir skattin.
Til seinast vilja vit nevna tí út av lagi ringu viðferð, okkara starvsfólk hava fingið. Tað kann ikki vera fremmant fyri nøkrum, men at Aksel Johannesen sum eitt síðsta spark, helst tí at sjúkrakassarnir ikki góðvilliga góvu honum ognirnar, soleiðis sum hann kravdi tað, fór út í fjølmiðlarnar og segði seg ikki kunna lova nøkrum av teimum arbeiði framyvir, tað ber prísin. Makan til viðferð skal leitast leingi eftir.

Nevndin fyri
Nes Sóknar Sjúkrakassa
Form. Hans Pauli Højgaard