Koyribókin

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bók, nevnd »Koyribókin«, sum skal vera tað ástøðiliga grundarlagið í koyrifrálæruni í føroysku koyriskúlunum

Higartil hevur tann norska bókin »Veien til førerkortet« hjá Autoriserte Trafikkskolers Landsforbund verið nýtt, men bæði Koyrilærarafelag Føroya og Bileftirlitið hava leingi havt ynski um at fáa tilfarið á føroyskum til teirra, sum skulu til roynd í sambandi við koyrikortið.

Tá ið farast skuldi undir hetta arbeiðið, var norska bókin hildin at vera eitt gott støði. Tað eru teir báðir Jákup Jacobsen, koyrilærari, sáli og Theodor Hansen, sum hava staðið fyri týðingini og tillagingini til føroysk viðurskifti, og Bileftirlitið og koyrilærarar hava havt ta fakligu viðgerðina um hendur.

Tekningarnar í bókini eru tær norsku, men nógvar fotomyndunum eru føroyskar. Kápumyndina hevur Ingi Joensen gjørt.

Hestprent hevur sett og umbrotið bókina og Nordjyllands Bogtrykkeri hevur prentað. Hon er 211 síður til støddar og fæst til keyps í bókabúðunum fyri 120 kr.

»Koyribókin« er góð at hava hjá sær, tá ið koyrast skal trygt og væl, bæði í Føroyum og uttanlands. Allir bilførarar eiga at ogna sær »Koyribókina«.