Í Danmark er dómur júst fallin í máli, har tað verður staðfest, at koyribókin er avgerandi próvgrundarlag.
Danska málið snúi seg um bilførara, sum varð steðgaður í arbeiðsbili sínum, og har komið varð eftir, at hann hevði privatar húsarhaldsvørur í bilinum. Danska skattavaldið metti tí, at bilurin varð nýttur sum privat-bilur, og so hjálpti tað lítið, at førarin segði, at hetta bert var eittans smáørindi hann hevði gjørt í arbeiðstíðini, og at hetta ikki var nakað, sum var hent fleiri ferðir.
Grundað á, at koyribók ikki varð førd, har maðurin kundi vátta, hvussu nógva privata og vinnuliga koyring hann hevði, metti skattavaldið, at førarin skuldi skattast av fríum bili.
Og tað sama kann væl hugsast at verða niðurstøðan, um líknandi mál skuldi tikið seg upp í Føroyum. Nakað sum kanska ikki er óhugsandi, nú Taks í nøkrum umførum hevur kannað, um bilar hjá arbeiðsgevara verða nýttir til privata koyring.
- Nú kenni eg ikki ítøkiliga dómin, sum tú sipar til, og føroysku og donsku lógirnar eru ikki einsljóðandi. Men tað er rætt, at koyribókin vigar sera nógv, um vit skulu taka støðu til, hvat er privat koyring og ikki, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks.
- Og sum útgangsstøði siga vit, at er koyribók ikki førd, og vit koma eftir privatari nýtslu av arbeiðsbilum, so verður tú skattaður av fríum bili. Og tá er próvførslan fyri, at tað ikki er so, sera veik, um eingin koyribók fyriliggur, sigur Eyðun Mørkøre.
Virðið av fríum bili verður ásett á hvørjum ári. Í løtuni er hetta millum kr. 59.500 og kr. 91.400, alt eftir, hvussu stóran bil talan er um.