Tað merkist hjá Útvarpi Føroya, at kappingarneytin nú brynjar. Fyrsta avleiðingin er, at vælumtókta sendingin, Koyribreytin, sum tey bæði Óla Jákup Rólantsson og Laila Jacobsen hava staðið fyri, nú er tikin av skránni.
Óla Jákup Rólantsson er settur sum programleiðari hjá nýggju útvarpsrásini, meðan Laila Jacobsen er sett sum tónleikaleiðari.
Tað eydnaðist Sosialinum hvørki at fáa fatur á Jógvani Jespersen, útvarpsstjóra ella Jógvani Arge, programleiðara, áðrenn blaðið fór til prentingar. Í seinastu sendingin fyri jól boðaði Óla Jákup Rólantsson frá, at framtíðin hjá Koyribreytini var ivasom.
Á heimasíðu útvarpsins verður upplýst, at Koyribreytin er tikin av skránni.