John Christiansen, koyrilærari í Havn, er ein av teimum fimm koyrilærarunum í Føroyum, sum bjóða koyrikort til motorsúkklur. Hann sigur, at hann í yrki sínum veruliga hevur merkt øktan áhuga fyri motorsúkklum seinastu 2-3 árini.
- Vit hava merkt eitt "boom" viðvíkjandi áhuga fyri motorsúkklukoyrikorti, men hetta er eitt rák í øllum londunum kring okkum og ikki bert í Føroyum, sigur John Christiansen. Hann heldur orsøkina fyri økta motorsúkkluvirkseminum vera, at súkklurnar eru vorðnar nógv betri og tryggari, men eins og við bilum eru hjáárinini, at ferðin eisini økist.
Tilkomin fólk
Í gjár søgdu bæði Tommy Brockie av løgreglustøðini og Jón Kraagesten av Ferðslutrygd, at teir óttaðust fleiri og fleiri ungar førarar, sum koyra ov skjótt, men John Christiansen sigur, at tað generelt eru tilkomin fólk, sum taka motorsúkklukoyrikort.
- Sum heild eru tey, sum taka koyrikort á motorsúkklu, yvir 30 ár, og eg fái so ikki eyga á nakað rák við fleiri og fleiri yngru motorsúkkluførarum, sigur John Christiansen.
Minni enn í DK
John Christiansen sigur, at umleið eru 360-380 motorsúkklur skrásettar í Føroyum, og samanborið við Danmark er hetta talið sera lágt per íbúgva.
- Samanborið við Danmark per íbúgva skuldu umleið 800 motorsúkklur verið skrásettar í Føroyum, so motorsúkkluvirksemið í Føroyum er nógv minni í Danmark samanborið við fólkatali, sigur John Christiansen.