Koyrilíkindini: Upp til 43 m/s

Tað er rættiliga fitt av vindi í støðum kring landið

Veðurmátararnir hjá Landsverk vísa í kvøld, at tað er rættiliga fitt av vindi í støðum kring landið. Seks av veðurmátarunum, ið veita koyrilíkindi til bilførarar, boða frá hvirlum yvir 25 m/s.


Mest vindur er á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð, har veturmátarin boðar frá skrið, í hvirlunum upp til 43 m/s. Nógvur vindur er eisini á Høgareyni, har veturmátarin boðar frá stormi, í hvirlunum upp til 31 m/s.


Soleiðis sóu koyrilíkindi hjá Landsverk út stutt áðrenn klokkan átta í kvøld.


Tjørnuvíkarvegurin - kl. 19:45 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s
Høgareyn - kl. 19:45 Stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s
Á Sandavágshálsi - kl. 19:48 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
Oyggjarvegur við Norðradalsskarð - kl. 19:23 Skrið, í hvirlunum upp til 43 m/s
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 19:46 Skrið, í hvirlunum upp til 25 m/s
Porkerishálsur - kl. 19:45 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s