Koyrir væl og angar innan

Citroën eru komnir á marknaðin við nýggja C4 við fimm hurðum og sum coupé við trimum hurðum. Undir koyring stendur rattnavið stilt, meðan bilførarin snarar rattkransinum, og luktspreiðari er innbygdur í ventilatiónsskipanina

Tað fyrsta vit løgdu til merkis, tá vit royndarkoyrdu Citroën C4, var at rattið er heilt annarleiðis, enn vit eru von við. Sjálv miðjan í rattinum (rattnavið), við Citroën búmerkinum, flytur seg ikki, men bert rattkransurin flytur seg, tá bilførarin snarar rattið.

Citroën C4 er ein spennandi nýggjheit við nógvari nýhugsan. Úgávan við fimm hurðum og coupé útgávan líkjast framman og aftur um forhurðina. Aftan eru teir heilt ólíkir, men báðir eru teir eins rúmligir.

Sum nakað heilt nýtt er ein luktspreiðari við níggju ymiskum luktum innbygdur í ventilatiónsskipanina. Luktirnir eita t.d. Mente Musc, Fleur de Vanille og Ylang Bambou. Reguleringn av luktinum er trinleys og kann eisini koyrast heilt fyri.

Sum eykaútgerð fæst t.d. ein skipan, har infrareyðir sensorar halda eygað við strípunum (avmerkingunum) í vegnum, og xenon-forlyktum sum snara við, tá bilførarin snarar rattinum.

Øll instrumentini uttan snúningsteljarin eru í miðjuni á instrumentborðinum, og ljósið í instrumentunum tillagar seg ljósviðurskiftunum - um tað t.d. er myrkt, sterk sól o.s.fr.

C4 fæst við fimm ymiskum bensinmotorum og trimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru hesir: 1,4 litur við 90 hk, 1,6 litur við 110 hk, 2,0 við 138 hk, 2,0 við 143 hk, og 2,0 litur við 180 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,6 litur HDi við 92 hk, 1,6 litur HDi við 110 hk, og 2,0 litur HDi við 138 hk.

C4 fæst í fýra útgávum hvat útgerð viðvíkur: Advance, Prestige, VTR, Exclusive og VTS.

Opið hús í vikuskiftinum

C4 er lættur at koyra, og allar funktiónir á instrumentborðinum sita ergonomiskt rætt. Servostýringin er elektrohydraulisk og tillagar seg ferðina.

ESP (Elektronisk Stabilitets Program), ferðpilotur, ferðavmarkari og seks airbag eru standard í øllum útgávunum.

Bilurin kláraði seg væl í EuroNCAP krasjtestunum, har hann fekk toppkarakter, eisini fyri at vera "fótgangaravinarligur", um hann skuldi koyrt á ein fótgangara.

Bíligasti Citroën C4 1,4 Advance bensin kostar kr. 195.000 uttan metallak.

Opið hús verður í vikuskiftinum, leygardagin 5. februar frá kl. 12-17, og sunnudagin 6. februar frá 14-17, hjá Ivan Johansen Bilum, har høvi verður at síggja og royna nýggja Citroën C4.

Myndatekstur:

1.
Citroën C4 er ein spennandi nýggjheit við nógvari nýhugsan

2.
C4 við fimm hurðum hevur smart design við stórum baklyktum

3.
C4 coupé við 3 hurðum er rættuliga sermerktur aftan

4.
Citroën C4 innan. Undir koyring flytur rattnavið seg ikki, men bert rattkkransurin. Luktspreiðari er innbygdur í ventilatiónsskipanina




Citroën C4 1,6 HDi Prestige

Motorurin1,6 litur 4 syl HDi diesel 110 hk
v. common-rail innspræning

0-100 km/t11, 2 sek

Bensinnýtsla21,3 (blandað koyring)

Dekkstødd205/55-16

Stødd og vekt
Longd426,0 cm
Breidd177,0 cm
Hædd145,8 cm
Eginvekt1.275 kg
Viðførisrúm352 litrar

Prísurkr. 234.000 (+ metallak kr. 3.500)

SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo