Kríggið um Champions League plássini er byrjað

Premier League: Manchester United, Wolverhampton og Arsenal vunnu øll í dag

Kríggið um Champions League plássini í Premier League er byrjað. Manchester United, Wolverhampton og Arsenal vunnu øll í dag og vilja hava eitt pláss.

Manchester United vann 3-0 á heimavølli móti Watford. Bruno Fernandez, sum kom til í vetur, fekk sítt fyrsta mál, tá hann umsetti brotsspark til mál. Anthony Martial og Mason Greenwood skoraðu eitt í part í seinna hálvleiki.

Wolverhampton vann eisini 3-0 í dag. Diogo Jota skoraði tvey tey fyrstu og Raul Jimenez setti punktum fyri Norwich, sum hevur tað torført á aftasta plássinum í Premier League.

Arsenal blandar seg eisini upp í stríðíð. Teir vunnu í dag 3-2 á Everton í undirhaldandi dysti á Emirates leikvøllinum í London. Pierre-Emerick Aubameyang var stóri spælarin. Hann skoraði tvey av málunum hjá Arsenal.

Manchester City er útihýst frá Champions League komandi tvey kappingarárini og tí er líkt til, at nummar fimm í Premier League fær pláss í kappingini komandi kappingarár. Sum sæst á stigatalvuni, so byrjar tað at blíva trongt, nú allar avbjóðarnir uttan Tottenham fingu stig um vikuskiftið.

Premier League 27.umfar: 

Í gjár:

Chelsea 2 – 1 Tottenham Hotspur

Burnley 3 – 0 AFC Bournemouth

Crystal Palace 1 – 0 Newcastle United

Sheffield United 1 – 1 Brighton & Hove Albion

Southampton 2 – 0 Aston Villa

Leicester City 0 – 1 Manchester City

Í dag:

Manchester United – Watford 3-0

Wolverhampton Wanderers – Norwich City 3-0

Arsenal – Everton 3-2

Mánadagin:

Liverpool – West Ham 20:00

1Liverpool26251061:1576
2Man City27183668:2957
3Leicester27155754:2750
4Chelsea27135945:3744
5Man Utd27118841:2941
6Tottenham27117944:3640
7Sheffield Utd271010729:2540
8Wolves27912638:3239
9Arsenal27813639:3637
10Burnley271141233:3937
11Everton271061136:4136
12Southampton271041334:4834
13Crystal Palace27891024:3233
14Newcastle27871224:4131
15Brighton276101132:3928
16Bournemouth27751526:4326
17Aston Villa27741634:5225
18West Ham26661430:4524
19Watford27591324:4324
20Norwich27461724:5118