George W. Bush, forseti og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri vóru sjónliga í øðini um, at almenna irakska sjónvarpið og arabiska sjónvarpsstøðin al-Jazeera høvdu víst øllum heiminum myndir av ræðsluslignum amerikanskum krígsfangum í Irak. Umframt myndirnar av fangunum vóru myndir av deyðum amerikanskum hermonnum.
Amerikanarar sjálvir fingu ikki myndirnar at síggja, tí í krígstíð eru amerikansku sjónvarpsstøðirnar ein partur av krígstilbúgvingini. Men amerikanarar frættu kortini um myndirnar. Bretsku sjónvarpsstøðirnar BBC og Sky News valdu báðar at vísa myndirnar av amerikansku krígsfangunum.
Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri gjørdi sunnudagin greitt, at framferðin hjá iraksku myndugleikunum er í stríð við Geneve-sáttmálan um krígsførslu, tí sambært honum er tað ikki loyvt at taka myndir av krígsfangum ella at avhoyra teir alment. Hesar báðar reglurnar, brutu irakar, segði hann. Fleiri fjølmiðlar svaraðu aftur við at vísa á, at amerikanska stjórnin hevði ongar viðmerkingar, tá amerikanskar og aðrar sjónvarpsstøðir vístu myndir av tiknum irakskum hermonnum.
George W. Bush, forseti sigur seg vænta, at amerikansku fangarnir í Irak fáa ta viðferð, sum teir eiga at fáa sambært galdandi sáttmálum, og hann hótti við at revsa teir seku, røra irakar so mikið sum eitt hár á høvdinum á amerikansku hermonnunum.
Útlendskir eygleiðarar í USA siga, at fleiri myndir av hesum slagnum kunnu skjótt fáa amerikanarar at venda sær ímóti krígnum í Irak og forsetanum. Sum er taka 70 prosent av amerikanarunum undir við forsetanum og krígnum, men hetta talið kann minka skjótt, koma fleiri myndir av tiknum ella deyðum amerikanskum hermonnum á skíggjan. Tað sama er galdandi fyri Tony Blair í Bretlandi, siga eygleiðarar í London.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu nógvir amerikanskir og bretskir hermenn eru falnir ella tiknir til fanga. Í gjár søgdu tær almennu upplýsingarnar, at amerikanararnir høvdu mist 14 hermenn og bretar 16.
Teir fimm amerikansku hermenninir, teirra millum ein kvinna, og teir sjey deyðu, sum vórðu vístir á skíggjanum hjá al-Jazzera, vóru úr einari herdeild, sum vanliga hevur støð í Texas.