Tá ið Norrøna kom á Havnina tíðliga í morgun, og ferðafólkið fór í land, hildu tollararnir trimum fólkum aftur, tí tollararnir høvdu illgruna um rúsevnissmugling.
Politiið handtók tey trý fólkini, og tollarar og politistar fóru við einum av teimum handtiknu á Landssjúkrahúsið at kanna mannin innvortis.
Kanningin gekk skjótt, og funnin vórðu 100 gramm av hassji innvortis á manninum.
Bara hesin maðurin er skuldsettur fyri smuglingina. Hini vórðu handtikin, tí tey fylgdust við tí skuldsetta manninum, men vóru latin leys aftur.
Tað verður einki grundlógarhoyr um hetta málið.
Øll tey handtiknu vóru føroyingar.
Politiið heldur, at ætlanin var at selja tey 100 grammini av hassji í Føroyum.