Tað vóru nógv fólk komi oman í Vágsbotn í Havn eftir klokkan 10.00, at heilsa upp á tey kongaligu. Krúnprinsurin og krúnprinsessan við børnum komu frá Tinganesi oman á trappuna í Vágsbotni og har var tónleikur frá hornorkestri og Annika Olsen, borgarstjóri helt røðu.
Síðani var tað Dánjal á Neystabø og Búi Dam, sum spældu, og tað vóru tey kendu løgini Grækaris Grashøvd og fleiri onnur, sum vóru at hoyra. Tað sá út til at tey smáu kongaligu hildu tað vera stuttligt, tí tey dansaðu óført við.
In.fo fylgir teimum kongaligu á teirra vitjan í Føroyum og myndir verða so leypandi lagdar út her.