Krúnprinsparið tók sær góða tíð at heilsa upp á

Hóast heldur illfýsna veðrið var fitt av fólki á Bursatanga, tá Dannebrog legði at bryggju. Umborð vóru krúnprinsparið Fríðrikur og Mary og børn teirra Christian, prinsur, Isabella, prinsessa, Vincent, prinsur og Josephine, prinsessa.

 

Meðan Dannebrog legði at, spældi Havnar Hornorkestur Kronprins Frederiks Honnørmarch, og tá krúnprinsfamiljan fór í land spældi hornorkestrið Kong Christian.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, og frú Katrin Apol, Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, og harra Stendor Johansen, og Annika Olsen, borgarstjóri, og harra Jacob Horn Nielsen tóku ímóti, og Elias Apol Johannesen, sonur løgmann, handaði krúnprinsparinum eitt blómutyssi.

 

Á Bursatanga vóru eisini Páll á Reynatúgvu, tingformaður, Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, Jógvan Fríðriksson, biskupur, John Kølbæk, fúti, Henrik Møller, sorinskrivari, og Michael Hjorth, kommandørkapteynur.

 

Á bryggjuni tók krúnprinsfamiljan sær eisini stundir at heilsa upp á tey mongu, sum vóru komin at hyggja, millum annað vóru fólk úr Eldraheiminum í Havn til staðar, umframt hópin av skúlabørnum.

 

Av Bursatanga gekk leiðin yvir í neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri, hr Magnus Gaard greiddi frá søguni hjá føroysku kappróðri og róðrarfelagnum. Her handaði Eva Højgaard Lisberg krúnprinsparinum eina gávu.

 

Síðani gekk leiðin út í Tinganes, har krúnprinsparið fær eina rundvísing og heilsar upp á landsstýrisfólkini.

 

Um hálvan tíma verður krúnprinsparið á trappuni í Vágsbotni. Longu nú eru farið at fyllast niðri í Vágsbotni av barnagarðs- og skúlabørnum, sum vóna at síggja krúnprinsfamiljuna. Tað er Tórshavnar kommuna, sum er vertur í Vágsbotni. Her fara Dánjal á Neystabø og Búi Dam, eisini kendur sum Ævintýraferðin, at framføra.