Sunnudagin kom Fríðrikur Krúnprinsur við Atlantsflog til Føroya. Flogfarið setti seg seinnapartin, og krúnprinsurin fór beinleðis umborð á verkuskipið Triton, har hann skal vera við í einar tveir dagar.
Tað er torført at halda loyniligt, tá kend útlendsk ferðafólk koma í Vágarnar.
Altíð er onkur, sum letur boðini fara víðari, men hóast vit hava tosað við umsitingina á Amalienborg og við Ríkisumboðið, so er svarið tað sama.
Tá krónprinsurn er í privatum ørindum, eitt nú í sjóverjuni og aðrastaðni í arbeiði sínum innan herin, veit eingin hvar hann er.
Tó sigur Per Thorning, kamarharri, at krúnprinsurn er í arbeiðsørindum, og at hann kemur aftur til Danmarkar um tveir dagar.
Á Ríkisumboðnum vita tey heldur enki um, at Fríðrikur Krúnprinsur er í Føroyum.
Á stovninum hava tey eisini frætt, at onkur sá Krúnprinsin á flogvøllinum sunnudagin.
? Tað er bert tá Krúnprinsurin er í almennum ørindum, at vit skipa fyri, verður sagt á Ríkisumboðnum.