Krútið varð ikki spart

Hóast talan var um eina heldur drúgva setan av Oyggjaleikunum á Isle of Man, so gjørdi fýrverkarískjótanin helst sítt til, at luttakararnir gloymdu alt um kaldliga mjørkatámið, sum rak eftir leikvøllinum

 

Oyggjaleikir


Fyrireikararnir av Oyggjaleikunum høvdu stáplað eitt tiltak av teimum heilt stóru á beinini, tá leikirnir vórðu settir á National Sports Centre í Douglas.

Tíverri gekk alt tó ikki akkurát soleiðis, sum ætlað. Mjørkatámið, sum var á oynni leygardagin, gjørdi, at framsýningin við flogførunum, ið ætlandi skuldi vera undir setaninini, mátti avlýsast. Flogførini fóru tí aftur til Belgia, haðani tey vóru komin, og mongu gestirnir á leikvøllinum noyddust sostatt at vera hesa upplivingina fyriuttan.

Burtur sæð frá hesum, so gekk alt tó eftir ætlanini. Har vóru klovnar, dansandi gentur, kongalig vitjan hornorkestur, fólkatónleikur og mangt annað á skránni.

Ikki minst var tað vakurt at síggja, tá eini 150 børn úr teimum trimum fimleikafeløgunum á oynni høvdu framsýning á vøllinum.

Drotningin lat heilsa

Hæddarpunktið undir setanini var sjálvandi, tá allir luttakararnir komu marsjerandi á leikvøllin. Eitt fyri og annað eftir komu stóru liðini av ítróttafólkum gangandi inn, og við metstóra talinum av luttakarum hjá Føroyum, smæddust okkara sjálvandi ikki burtur.

Við vertunum frá undanfarnu leikunum, Gotlandi, á odda komu liðini inn, meðan frásøgumaðurin á leikvøllinum greiddi áskoðarunum frá ymsu luttakarunum. Hvar oyggirnir lógu, hvussu nógv fólk búleikaðust har og so framvegis.

Undan hesum var stórur fagnaður, tá kongaligi gesturin á leikunum, Edvard Prinsur, varð eskorteraður inn á leikvøllin. Prinsurin segði nú ikki so nógv, men tað skerst ikki burtur, at tað setti ein serliga hátíðardám á setanina, at talan var um somikið fína vitjan.

Minni fínt gjørdist tað ikki av, at móður Edvard, Elisabeth Drotning av Onglandi, eisini hevði sent eina skrivliga heilsan til leikirnar. Í heilsanini seðgi hon, at hon fegnaðist um hendan møguleikan, sum oyggjasamfeløg og smátjóðir høvdu at kappast á jøvnum føti. At hetta var við til at styrkja samstarvið og samanhaldið millum ymsu fólkasløgini. Ikki minst fegnaðist hon vegna íbúgvarnar á Isle of Man um, at leikirnir í ár vóru komnir heim aftur á oynna, har alt byrjaði, og við hesum vórðu níggjuni Oyggjaleikirnir settir.

Finalan

Eftir at leikirnir soleiðis formliga vórðu lýstir, vórðu teir síðani signaðir av biskuppinum á oynni, og best, sum øll hildu, at nú var alt liðugt, varð lagt upp til ta stóru finaluna.

Vallarvarparin segði, at hetta ivaleyst var nakað, sum øll fóru at gerast imponeraðið av, og tað kann á ongan hátt sigast, at hann gjørdi ov nógv av í hesum.

Talan var nevnliga um eina uppvísing í fýrverki, sum neyvan hevur sæð sín líka á oynni, og í øllum førum ikki hevur sæð sín líka í Føroyum. Heldur ikki, tá farið varð inn í ár 2000, og flestu kommunurnar í Føroyum høvdu gjørt nógv, til tess at markera hetta so týðiliga sum gjørligt.

Byrjað varð við buldur og brak ? harður tónleikur gjørdi sítt til at dramatiserað upplivingina, og spakuliga minkaði alt. Tónleikurin gjørdist at kalla meira klassiskur í nakrar minuttir. Fýrverkið var nú heldur ikki eins stórlætið, og eingi kanónsløg sendi skjálvtar ígjøgnum áskoðararnar. Soleiðis gekk á eina góða løtu, og tá alt var stilt, og áskoðararnir byrjaðu at klappa fyri eini stórslignari framsýning, fór aftur at bresta.

Himmalin, har tað annars var at kalla fríggingarmyrkt, litaðist reyður og grønur meðan eitt ótal av rakettum áhaldandi goystu sínar innistongdu kreftir úr sær. Fýrverkssólir gjørdu ítróttarmiðdepilin til eitt lýsandi eldhav, og hóast roykurin av øllum var nógvur, so var sjónligt, at hetta bergtók fjøldina. Nógvir minuttir gingu aftur við ljódligum og sjónligum brestum, og tá alt var liðugt, máttu øll bara geva vallarvarparanum rætt. Talan hevði so sanniliga verið um eina finalu av teimum heilt stóru.