KR tryggan sigur á ÍF

3-1 til KR. Tað var úrslitið, tá ið ÍF fyri fyrstu ferð royndi seg í altjóða fótbólti.

Heimadysturin hjá ÍF varð spældur í Gundadali, og tað var sera hugalig fyrsta løta fyri ÍF, viðhaldsfólkini hjá fuglfirðingum og føroyskan fótbólt yvirhøvur.

ÍF kom á odda í 8. minutti, og søguligi málskjúttin hjá ÍF - fyrsta altjóða málið hjá fuglfirðingum - var Dánjal á Lakjuni, sum við høvdinum sendi bóltin í málið.

Hóast ÍF fyrsta løtan var sera hugalig, so megnaði KR at venda gongdini í 1. hálvleiki. Íslendingar skoraðu tvey mál eftir lítlari løtu miðskeiðis í 1. hálvleiki. Fyrra málið var óheppið, tí tá tók bólturin í ein av reyðu monnunum og snýtti harvið Jákup Mikkelsen, og í seinna førinum var talan um beinleiðis fríspark.

Sum 2. hálvleikur leið, so tóku fuglfirðingar at møðast, og tá ið KR eftir hornasparksinnlegg stýrdi bóltin í málið við góðum stútara, var tað eftir at fleiri hornaspørk vóru løgd innfyri.

ÍF skal spæla í Reykjavík um eina viku. Ferðalagið úr Fuglafirði fer til Íslands mánadagin.

 

ÍF-KR 1-3 (1-2)

Dómarakvartett úr Luxemburg: Sven Bindels, Roland Flenghi, Laurent Kopriwa og Chris Reisch

1-0: Dánjal á Lakjuni 8.

1-1: Kjartan Henry Finnbogason 22.

1-2: Guðmundur Reynir Gunnarsson 30.

1-3: Baldur Sigurðsson 79.

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevi? (Franck Poulsen, 72.), Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Šari? (Fritleif Lambanum, 84.),

- Høgni Zachariasen (Ari Ó. Ellingsgaard, 88.)

Á beinkinum: Haldgrimur Hansen, Sverri Ellingsgaard, Margeir Toftegaard, Bjarki Danielsen

Venjarar: Rúni Nolsøe og Símun Eliasen

Gult kort: Nenad Šari?, Karl Løkin

KR: Hannes Halldórsson - Grétar Sigurdsson, Bjarni Guðjónsson (Asgeir Orn Ólafsson, 82.), Skúli Jón Fridgeirsson (Aron Bjarki Jósepsson, 90+1.), Baldur Sigurdsson, Kjartan Henry Finnbogason (Gunnar Örn Jónsson, 69.), Óskar Örn Hauksson, Viktor Bjarki Arnarsson, Magnús Már Lúdvíksson, Gudmundur Reynir Gunnarsson, Gudjon Baldvinsson

Á beinkinum: Atli Jónasson, Gunnar Thor Gunnarsson, Dofri Snorrason, Jordão Diogo

Venjari: Runar Kristinsson

 

 

--

 

90 min.

1-3

3 min. lagdir aftrat.

Fritleif í Lambanum liggur skaddur uttanfyri vøllin.

Ari Ó. Ellingsgaard er komin á vøllin fyri Ara Ó. Ellingsgaard.

 

-

 

85 min.

1-3

KR hevur støðugt trýst á málið hjá Jákupi Mikkelsen, men støðan er framvegis 3-1 til KR.

Fritleif í Lambanum avloysti Nenad Saric í 84. min.

 

-

 

 

80 min.

1-3

Fuglfirðingar eru farnir at møðast, og eftir eitt av fleiri hornasparksinnleggum var Baldur Sigurðsson púra leysur mitt fyri og stutt úr málinum, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið.

-

 

75 min.

1-2

KR roynir at fáa ÍF liðið longri fram á vøllin, men fuglfirðingar eru varnir, og KR spælararnir detta ofta í rangstøðufelluna.

Frank Poulsen hevur avloyst Alaksandar Jovevic hjá ÍF.

G. Jónsson hjá KR hevur avloyst Finnbogason.

 

60 min.

1-2

Tað er friðarligt. ÍF hevur bóltin ikki so lítið, og fuglfirðingar fáa frið at spæla á egnari hálvu. Jákup Mikkelsen luttekur nógv í spælinum. Íslendingar kennast at vera nøgdir.

 

50 min.

1-2

Fyrsta løtan eftir hvíldina hevur verið friðarlig. Tað er synd at siga, at áskoðarafjøldin er stór í Gundadali, har líkindini eru av teimum fagrastu.

 

-

 

45+1 min.

Hálvleikur

1-2

Karl Løkin gult 45.

Málskjúttin og U-21 landsliðsspælarin Dánjal á Lakjuni hevur verið sera eyðsýndur, og landsliðsspælarin Bogi Løkin hevur eisini verið eyðsýndur.

 

ÍF liðformaðurin Bartal Eliasen stútaði eftir hornasparksinnlegg bóltin væl upp um málið. Hetta var tveir minuttir undan steðginum.

-

 

40 min.

1-2

Royndir hava verið ímóti báðum málunum, og báðir málverjarnir hava havt onkrar bjargingar, men enn er einki mál komið aftrat.

 

.

 

30 min

1-2: Gudmundur Reynir Gunnarsson 30

So er 2-1 til KR. Málið varð skorað við beinleiðis fríspark, eftir at Dánjal á Lakjuni hevði roynt at takla. Lítla løtu frammanundan hevði Bogi Løkin havt góða roynd ímóti KR málinum.

 

--

 

25 min.

1-1: Kjartan Henry Finnbogason 22.

So hevur íslendska trýstið borið mál við sær. Málskjútti var Kjartan Henry Finnbogason, sum heilfluktaði bóltin í málið uttan møguleika hjá ÍF málverjanum at bjarga.

Stutt eftir útjavnandi málið hevði Dánjal á Lakjuni góða roynd ímóti KR málinum, men bólturin varð blokeraður.

 

-

 

 

20 min.

1-0

KR hevur bóltin meiri enn fuglfirðingar, men ÍF er væl skipað í verjustøðu. Íslendingar hava havt ein rimmar møguleika, men Jákup Mikkelsen bjargaði so væl, ið eingin annar megnar so væl í Føroyum sum landsliðsveteranurin.

 

Nenad Saric gult kort 19.

 

10 min.

1-0: Dánjal á Lakjuni 8.

Fuglfirðingar hava lagt sera bragdliga fyri, og í 8. minutti, eydnaðist tað ÍF at leggja seg á odda. Málskjútti var Dánjal á Lakjuni, sum við høvdinum sendi bóltin mitt í íslendska málið!

 

--

 

Í dýrdarveðri var fyrsta bríksli á ovara vølli í Gundadali, har ÍF í europeisku kappingini hevur vitjan av KR úr Íslandi.

 

 

ÍF-KR

Dómarakvartett úr Luxemburg: Sven Bindels, Roland Flenghi, Laurent Kopriwa og Chris Reisch

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Aleksandar Jovevi?, Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Šari? - Høgni Zachariasen

Á beinkinum: Haldgrimur Hansen, Fritleif Lambanum, Franck Poulsen, Ari Ó. Ellingsgaard, Sverri Ellingsgaard, Margeir Toftegaard, Bjarki Danielsen

Venjarar: Rúni Nolsøe og Símun Eliasen

KR: Hannes Halldórsson - Grétar Sigurdsson, Bjarni Gudjónsson, Skúli Jón Fridgeirsson, Baldur Sigurdsson, Kjartan Henry Finnbogason, Óskar Örn Hauksson, Viktor Bjarki Arnarsson, Magnús Már Lúdvíksson, Gudmundur Reynir Gunnarsson, Gudjon Baldvinsson

Á beinkinum: Atli Jónasson, Asgeir Orn Ólafsson, Gunnar Thor Gunnarsson, Dofri Snorrason, Aron Bjarki Jósepsson, Jordão Diogo

Venjari: Runar Kristinsson