Krabbamein: Allir menn mugu viðgerast eins

Tær halda ikki, at tær hava borið øllum mannfólki í Føroyum villleiðandi upplýsingar um krabbamein

 

 

Tað er okkurt sum bendir á, at vit eiga at fáa fastar mannagongdir fyri, hvussu vit skulu fara fram.

Tað siga tær fýra, Birita Dahl, Lena Nybo Hvítklett, Rannvá Laksafoss og Reidunn Magnussen, sum allar lesa sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Nakað síðani gjørdu tær faldaran, Kennir tú tín prostata, og tað fekk Jóan Petur Davidsen, serlækna í urologi á Suðuroyar Sjúkrahúsi at gera vart við seg.

 

Hann heldur, at faldarin er villleiðandi, tí hann vísir á, at tað er at kalla hvørt einasta miðaldrandi, og eldri mannfólk, sum hevur onkur av teimum sjúkuteknum, tær fýra lesandi nevna, sum eitt vandatekin um krabbamein í prostata.

Tískil heldur hann, at  faldarin ein óbeinleiðis áheitan á øll mannfólk um at lata seg kann fyri prostata.

 

Og tað sigur Jóan Petur Davidsen vera heilt burturvið, tí tað hevur víst seg, at regluligar kanningar fyri krabbamein í prostata, bjarga ongum mannalívi. Tvørtur ímóti førir tað til, at nógvir menn verða viðgjørdir óneyðuga við teimum keðiligu hjáárinum tað hevur við sær. Eitt nú eru tað vanlig hjáárin, at menn ikki fáa hildið vatninum og at teir harafturatr verða impotentir.

Tí sigur hann, at vansarnir við regluligum kanningum eru nógv størri enn fyrimunirnir.

 

Prostatakrabbi eru í nógv flestu førum ein sjúka tú doyr við, ikki ein sjúka, tú doyr av, sigur yvirlæknin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Les eisini: Uppdagaði krabbamein av tilvild

 

Tær fýra, Birita Dahl, Lena Nybo Hvítklett, Rannvá Laksafoss og Reidunn Magnussen, sum skrivaðu faldaran, fegnast um, at faldarin hevur elvt til kjak

 

- Fyri at ongin misskiljing skal vera, vilja vit leggja dent á, at okkara tøl, og prógv, byggja á gransking, hjá, m.a., Micheal Borre, professari og yvirlækni á Aarhus Universitetshospital, og sum krabbameinsætlanin fyri Føroyar 2009 eisini vísir til.

 

Tær fýra taka tó undir við sjónarmiðunum hjá Jóan Petur Davidsen, tá ið hann sigur, at tey sjúkutekin, menn skulu reagera uppá, eru lutfalsliga vanlig hjá monnum í ávísum aldri.

- Eisini eru vit samdar í at hesi tekin ikki neyðturviliga eru eyðkend fyri prostatakrabba, men at tey, sum vit leggja dent á, kunnu vera tað.

- Tí meta vit ikki, at hann kann leggja okkum undir at bera villeiðandi upplýsingar, siga tær fýra.

 

Tær siga, at sum komandi sjúkrarøktarfrøðingar, er tað teirra uppgáva, at arbeiða heilsufremjandi og fyribyrgjandi.

- Tað vit vilja við faldaranum, er at geva monnum eina vitan, sum ger teir førar fyri at taka ábyrgd av síni egnu heilsu, og í hesum føri at fara til læknan,  tá teir hava trupulleikar frá landrásini ella har teir vita, at krabbamein í prostata liggur til ættina.

 

- Tað er ikki okkara uppgáva at staðfesta sjúkuna, tí tað er uppgávan hjá læknunum.

- Somuleiðis er tað uppgávan hjá læknunum at taka støðu til, hvussu farast skal fram.

- Fara menn ikki til lækna, verður heldur ikki funnið fram til teir fáu, sum hava álvarsligt krabbamein í prostata. Tískil fara hesir menninir ikki doyggja við sjúkuni, men av sjúkuni, siga tær fýra sjúkrarøktarfrøðilesandi.

 

Hinvegin halda tær, at tað er nakað sum bendir á, at tørvur er á eini felags ætlan fyri, hvussu farast skal fram, tá menn venda sær til lækna við ynski um kanning fyri prostatakrabba.

 

Tað hava vit ikki í Føroyum, tí tað er ymiskt, hvussu læknarnir fara fram. Hjá summum læknum er eingin trupulleiki hjá monnum at fáa eina ávísing til at at taka eina blóðroynd, men aðrir halda ikki, at tað tænir nøkrum endamálið.

 

Á myndini eru tær fýra, sum lesa til sjúkrarøktarfrøðing og sum hava skrivað faldaran, Kennir tú tín prostata: Frá vinstru eru tær Birita Dahl, Lena Nybo Hvítklett, Reidunn Magnussen og Rannvá Laksáfoss.