Krav um bryggjukant varðveitast

Bill Justinussen úr Miðflokkinum helt fyri, at koma vit føroyingar nakrantíð til at vinna pengar úr oljuvinnuni, so mugu vit seta pengar av til at menna okkara samfelag ? vit mugu til at granska og til at seta pengar í aðrar vinnur, sum so kann vera við til at geva okkum samfelag onnur bein at standa á eisini.

2. útbjóðing




Hann nam eisini við kravið um føroyska bryggjukantin. -Eg haldi tað er skilagott, at man fer undir 2. útbjóíngarumfar í sambandi við, at man heldur ferðini uppi og halda teimum, sum eru farin i vinnuna, til eldin. Tað er gott, at lógin verjir føroyska vinnu, hóast man gongur frá hesum í øðrum vinnum. Tað er rætt og rímuligt, at vit føroyingar fáa nakað burtur úr hesi vinnu, hóast hon heldur til langt úti á havinum. Var henda greinin um føroyska bryggjukantin ikki komin inn í lógina, høvdu vit helst sæð lítið og einki til oljuvinnuna á landi.

Bill Justinussen fegnaðist um, at oljuvinnan sum heild hevur borið seg sera skilagott og positivt at mótvegis føroyska samfelagnum, og at oljufeløg hava ikki verið afturhaldandi, tá onnur hava søkt um fíggjarligan stuðul.