EuroBonus
Eini boð tikin úr leysum lofti.
Soleiðis kann spariætlanin við almennum uttanlandsferðum best lýsast.
Fíggjarmálaráðið hevur givið almennum stovnsleiðarum boð um at flyta bonusstigini, sum teirra starvsfólk savna sær á ferðum uttanlands, til stovnin at brúka. Í brævinum verður álagt stovnsleiðarum at bera so í bandi, at tey bonusstig, sum starvsfólkini fáa, tá tey ferðast fyri tað almenna uttanlands, skal fella stovninum í lut ? og ikki tí einstaka. Álagt verður sostatt stovnsleiðarunum at tryggja, at vunnin tænastustig vera nýtt til tænastuendamál.
Endamálið er at minka um útreiðslurnar hjá tí almenna til tænastuferðir uttanlands, og boðskapurin í brævinum er lættur at skilja: Tað eru almennu stovnarnir, sum hava rætt til bonusstigini, sum verða vunnin á tænastuferðum uttanlands, tí teir hava goldið fyri ferðirnar.
Víðfevnt samstarv
Føroysku flogfeløgini nýta sonevndu Eurobonus-skipanina, sum SAS skipar fyri. Talan er um eitt víðfevnt samstarv, sum fevnir um stóran part av Evropa. Bæði Atlantic Airways og Maersk Air hava keypt sær limaskap í samstarvinum.
Fyri at vinna tær ein ókeypis túr til Keypmannahavnar, skalt tú hava savnað 20.000 stig. Fyri hvønn vanligan túr aftur og fram, fært tú 2.400 stig, og tað vil siga, at tá tú hevur ferðast 8 ferðir báðar vegir, kanst tú ferðast eina ferð ókeypis.
Stórur áhugi er fyri skipanini millum fólk, verður sagt av Flogfelag Føroya.
Ber als ikki til
Stendur tað til fíggjarmálaráðið, skal tað ikki bera til longur at savna sær sjálvum stig, tá tú ferðast í arbreiðsørindum fyri tað almenna. Men hesum ber als ikki til at forða, sigur Anja Petersen, sum starvast í kundatænastuni hjá Eurobonus.
? Skipanin er ógvuliga persónlig. Tað er tann einstaki persónurin, sum er limur. Tað er hann, sum skrivar undir og hann, sum kann savna sær stig. Ongin stovnur ella fyritøka kann vera limur, og tey kunnu heldur ikki fáa tillutað nøkur stig, sigur Anja Petersen.
Hon ger púra greitt, at stigini heldur ikki kunnu latast frá einum persóni til ein annan. Og fer ein persónur úr starvi, so fylgja stigini, sum hann hevur vunnið av ferðum í starvsørindum, við honum.
Sostatt er líkt til, at fíggjarmálaráðið als ikki hevur kannað skipanina við Eurobonus nærri, áðrenn boðini til stovnsleiðarar eru send út.