Kravdi Breivik út úr rættarhølinum

Fyri fyrstu ferð hevur eitt av vitnunum í rættarmálinum ímóti Anders Behring Breivik kravt, at tann ákærdi skuldi út úr rættarhølinum. Tað hendi fyrrapartin, tá tann 20 ára gamla Frida Holm Skoglund skuldi avhoyrast sum vitni. Beint áðrenn hon kom inn í rættarhølið, boðaði sakførari hennara frá, ahon vildi ikki vitna, meðan Breivik var í hølinum. Løgreglufólkini fóru so við Breivik í eitt annað høli í dómhúsinum.

Frida Holm Skoglund (myndin) er tann níggjundi AUF-limurin, sum hevur vitnað ímóti Anders Behring Breivik um tað, sum hendi á Utøya, men hon er tann fyrsti, sum hevur kravt, at Breivik skuldi út, áðrenn hon kom inn.

Tann 22. juli í fjør skjeyt Breivik hana í lærið, men tað eydnaðist henni at svimja til ein bát, sum tók hana upp. Tá sakførari hennara í dag spurdi, um hon hevði nakað at siga við Breivik, svaraði hon:

-Ja, at hann tapti, og at vit vunnu. Norskur ungdómur dugir at svimja, segði Frida Holm Skoglund.