Fótbóltur
Í kvøld klokkan 18.30 fara GÍ og KÍ at spæla landskappingardyst í Gøtu. Hetta er sambært kappingarskipanina. Dysturin er í 17. umfari og verður spældur nú, tí GÍ 11. juli fer av landinum í UEFA Cup ørindum. Teir skulu spæla í Letlandi.
Tað er sól og heiður himin, og í Gøtu rokna teir við nógvum fólki í kvøld.
- Kravið hjá okkum eru trý stig á heimavølli, um vit skulu standa okkum í oddastríðnum. Serliga tá ið vit bara megnaðu javnleik á heimavølli móti NSÍ staðfestir GÍ veteranurin Magni Jarnskor. Í Gøtu eru allir spælararnir tøkir uttan Hans Jørgen Djurhuus, sum er leikbannaður.
Tað hevur ljóðað, at Magni Jarnskor, Sam Jacobsen og Áslakur R. Petersen eisini skuldu vera leikbannaðir. Tað verða teir næstu ferð, teir fáa kort. Kontan hjá øllum vísir fýra gul kort.
Kaj Ennigarð breyt bein í hondini ímóti NSÍ. Hondin er ikki gipsað, men løgd í skinnara, og stinni verjuspælarin hevur vant í vikuni og verður í miðverjuni í kvøld.
Eins og sunnudagin ímóti NSÍ, so kendu gøtumenn tað sum um, at teir høvdu vunnið eitt stig, tá ið teir 21. mai og í 9. umfari í Klaksvík javnaðu til 1-1 í síðstu løtu.
Hjá klaksvíkingum var hetta eitt av fleiri vónbrotum. Á heimavølli hava teir seinastu ferðirnar dyggiliga tapt móti B68 og bara fingið eitt stig burturúr móti HB, eftir at teir vóru frammanfyri við tveimum málum. Málleysi javnleikurin í Fuglafirði var eisini stórt vónbrot.
- Skulu vit hugsa um at hava samband við GÍ og hini oddaliðini, so mugu vit vinna í kvøld, staðfestir Atli Danielsen, sum móti HB var á miðvøllinum fyri fyrstu ferð í ár.
Allir klaksvíkingarnir eru tøkir. Yngstu menninir í hópinum hava ikki átt serligan leiklut seinastu ferðirnar, og tað fara teir neyvan heldur at fáa í kvøld. Kristoffur Jacobsen, Stefan Kalsø og eykamálverjin Mathias Samuelsen spældu steypafinalu í unglingadeildini í gjárkvøldið.
Petur Reinert verður dómari í Gøtu í kvøld.