Kappingin um Løgmanssteypið er farin at halla, og í dag, grundlógardagin, bresta VB og HB saman í fyrru hálvfinaluni.
Hetta er aðru ferð innan fýra dagar, at júst hesi bæði liðini møtast. Landskappingardysturin sunnudagin endaði við javnleiki 0-0, men bæði liðini høvdu nógvar góðar málmøguleikar, og dysturin var sera góður.
Nú er tað so steypakappingin. HB má metast sum favorittur at koma víðari til finaluna, sum verður á ólavsøku móti NSÍ ella B68, sum spæla í hinari hálvfinaluni. Orsøkin til at havnarliðið verður útnevndur sum favorittur undan dystinum er, at HB hevur spælt framúr væl higartil í landskappingini, og enn er liðið ósigrað. Dysturin í dag er sera opin, men roknast kann við, at VB fær tað sera torført í Havn.
Kravið er sigur
Um VB skal gera sær nakrar vónir um at koma í finaluna, so er kravið í dag ein sigur.
? Eingi ivi er um, at kravið hjá okkum er ein sigur, men vit hava góðar vónir til dystin í dag, sigur Eyðun Jacobsen, liðformaður hjá VB.
Hann sigur um dystin í landskappingini sunnudagin, at tað avrikið vóru teir sjálvir væl nøgdir við. Í seinna hálvleiki hevði VB eitt áhaldandi trýst á HB-málið og kundi eins væl fingið eitt mál. Tí trúgva vágbingar uppá, at tað ber til at koppa HB í hálvfinaluni.
VB liðið er fullmannað til hálvfinaluna. Eingin hevur leikbann, og eingin hevur skaða at dragast við. Tí er lagt upp til ein spennandi dyst millum VB og HB í dag.
Nóg mikið við javnleiki
Liðformaðurin hjá HB heldur, at hansara menn kunnu vera nøgdir við javnleik móti VB í Vági.
? Vit fara eftir javnleikinum, og tað eru vit væl nøgdir við, sigur Rúni Nolsøe, liðformaður.
Hann leggur dent á, at tað altíð er torført at spæla í Vági. Vøllurin er út av lagi vánaligur, og leikararnir hava mangan ilt við at fóta sær á hála undirlagnum. Um HB fær ein javnleik í hús, so rokna teir við at avgera hálvfinaluna á heimavølli.
HB hevur heldur ikki nakað leikbann ella nakran skaða at hugsa um. Jóhannis Joensen fekk gult kort móti VB sunnudagin, og tað hevur við sær, at hann fær leikbann sunnudagin móti B68 í landskappingini, men hann er tøkur í steypakappingini.