Kreml: Russland og Nato eru nú í beinleiðis uppgerð

Russland finst aftur at Nato og sigur talan vera um eina beinleiðis uppgerð

– Faktiskt er støðan nú komin á eitt støði við beinleiðis konfrontatión, sigur Peskov. (Arkivfoto). - Foto: Maxim Shemetov/Reuters

Russland vesturlendska hernaðarsamgongan Nato eru í eini »beinleiðis konfrontatión«.

Tað sigur Dimitrij Peskov, sum er talsmaður hjá russiska forsetanum Vladimir Putin.

Hetta sigur hann, nú Nato hátíðarheldur 75 ára dagin í dag.

Víðkanin hjá Nato eystureftir hevur fleiri ferðir verið fyri atfinningum úr Russlandi, sum fór í kríggj ímóti Ukraina fyri góðum tveimum árum síðani fyri at forða Nato í at nærksta Russlandi meira.

Tá mótsætta er tó hent, og bæði Finnland og Svøríki eru síðani vorðnir limir í samgonguni.

– Faktiskt er støðan nú komin á eitt støði við beinleiðis konfrontatión, sigur Peskov.

Nato var »longu uppi í stríðinnum kring Ukriana og heldur fram at flyta seg ímóti okkara mørkum og víðka hernaðarliga undirstøðukervið móti mørkum okkara«, sigur hann.

Putin hevur fleiri ferðir sagt, at Russland varð snýtt av Vesturheiminum í kjalarvørrinumm av kalda krígnum.

Tá varð Warszawa-samgongan upployst, meðan Nato fór longur vestureftir og seinni limaði inn baltisku londini, sum einaferð vóru partur av Sovjetsamveldinum.

Vesturheimurin hevur víst aftur teirr útlegging av søguni.

Londini í vesturheiminum siga, at Nato er ein verjusamgongu, og at londini á fólkaræðisligan hátt hava limað seg inn í Nato við egnum valum eftir áratíggju undir kommunistiskum stýri.

Nato sigur, at samgongan er við til at hjálpa Ukraina í einum tilverustríði ímóti russarum. Londini hava hjálpt ukrainsku stjórnini við vápnum, venjing og fregnum.

Russland hevur sagt, at tað det facto hevur gjørt Nato til ein part í stríðnum. Putin segði í februar, at eitt beinleiðis stríð millum Nato og Russland førir til triðja heimsbardaga.

/ritzau/Reuters

 

– Faktiskt er støðan nú komin á eitt støði við beinleiðis konfrontatión, sigur Peskov. (Arkivfoto). - Foto: Maxim Shemetov/Reuters