Vágamenn eru við at pakka saman í Fløtugerði í Fuglafirði, og teir hava alla orsøk at fegnast.
Í viðførinum vestur aftur í Vágar hevur 07 Vestur 2-1 sigur. Tey trý stigini bera við sær, at 07 Vestur nú hevur 20 stig, tað eru átta stig aftur til ÍF, sum er undir strikuni, og 07 Vestur er nú á sætta plássi. Tað er góður møguleiki fyri, at hetta kann verða besta endastøða, sum 07 Vestur nakrantíð hevur megnað.
Hjá fuglfirðingum er støðan ikki so hugalig. Hetta var dysturin, sum tað var neyðugt, um ÍF nú beinanvegin skuldi fáa fatur á aftur hinum liðunum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað eydnaðist ikki.
ÍF setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið vágamenn vóru óhepnir at gera sjálvmál.
Næstu løtuna vóru heimamenninir fleiri ferðir tætt við at økja um leiðsluna, men gestirnir ofraðu seg og blokeraðu.
Fimm minuttir undan steðginum javnaði 07 Vestur. John Fagerström skoraði, og vongverjin í høgru Høgni Egilstoft Nielsen átti uppleggið.
Seks minuttir eftir steðgin var tað avgerandi fyri dystargongdina og úrslitið, at ÍF miðverjin Jens Joensen sá beinleiðis reytt kort. Tíggju minuttir seinni legði Høgni Egilstoft Nielsen 07 Vestur á odda 2-1. Miðvallarin Martin Heilberg Petterson átti uppleggið.
Fuglfirðingar stríddust væl, hóast teir vóru undirmannaðir, og onkra ferðina var um reppið, at tað eydnaðist teimum at javna. Tað eydnaðist ikki, og nú eru av álvara dimm skýggj yvir ÍF.