Í krepputíðum finna fólk útav, at tey í veruleikanum bara eiga hvønn annan og løtuna nú. Nakað soleiðis tók íslendski bispurin til í troystarorðum til tjóðina nú um dagarnar.
Hesi orðini hava fest seg hjá íslendska útisetanum, Helga ArnÞorsson, sum hevur búð uttanfyri heimlandið í eina fjórðingsøld, harav seinastu fýra árini her í Føroyum.
- Hóast ávaringarljósini hava blunkað í fleiri ár, hava vit ikki trúð uppá, at tað kundi endað so galið. Tað er heldur ikki lætt, tá tað gongur so gott í gerandisdegnum, og fólk kunnu arbeiða alt samdøgri, um tey vilja. Men tað, sum veruliga hevur virði, til dømis børnini, hava goldið prísin, tá foreldrini altíð hava arbeitt, sigur Helgi ArnÞorsson, sum er giftur føroyskari konu, sum hann eigur tvey børn saman við. Tey hava búð í Føroyum síðan 2004, tá hann varð settur í starv sum tíðindaleiðari á Dimmalætting. Árini frammanundan búðu tey í Danmark.
Familjur í upploysn
Í dag starvast Helgi ArnÞorsson í Eik-banka sum verkætlanarleiðari, og hann fylgir væl við í øllum tí, sum fer fram heima í Íslandi. Millum annað hevur hann samband við familjuna í Íslandi fleiri ferðir um vikuna. Foreldrini eru hampiliga væl fyri, tí tey eru pensionistar, meðan størstu ofrini eru ungu barnafamiljurnar, sum hava sett búgv seinastu árini.
- Vit vita, at tað er tungt at seta búgv. Tá so allar útreiðslurnar brádliga tvífaldast, er tað næstan ein natúrlóg, at familjurnar fara í upploysn, tí ráð eru ikki til tað stuttliga longur. Men tað loysir sjálvandi onki at fara hvør til sítt, sigur Helgi ArnÞorsson, sum hevur verið gestur í Íslandi í nógv ár.
- Har hevur verið eitt øgiligt virksemi har fólk fullkomiliga hava mist jørðforbindilsi. Tey hava havt óhugnaliga nógvar pengar millum hendurnar og øll hava verið við so ella so, sigur Helgi ArnÞorsson.
Útrásabarónar skuldina
Nú kreppan klórar, er lætt at geva øðrum skyldina fyri sjálvur at sleppa undan ábyrgdini. Í Íslandi eru tað serliga eini 15-20 sonevndir útrásabarónar, sum hava gjørt íløgur í milliardaklassanum, ið verða lagdir undir at hava kollrent búskapinum.
- Men tað loysir seg ikki at geva nøkrum skuldina. Allastaðni er tað vorðið nógv dýrari at læna pengar. Útrásabarónarnir hava verið dugnaligir handilsmenn, men umhvørvið hevur kanska ikki altíð verið sunt, tí alt hevur verið so samantvinnað har uppi. Íløgurnar teir hava gjørt úti í heimi, hava ofta hepnast væl. Men tá man er kapitalistur og ikki hevur kapital, so má man læna pengar. Og tá tað nú er vorðið so dýrt at læna pengar, endar galið, sigur Helgi ArnÞorsson, ið ikki fekk illgruna um nakað óvanligt, fyrr enn fyri einum ári síðani ella so.
- Eg havi hildið, at føroyingar eru eitt sindur øðrvísi, tí teir hava í fleiri ár sagt, at hetta er ein bobla, sum fer at bresta. Eg trúði veruliga, at tað fór at eydnast í Íslandi, men fyri einum ári síðani vendi mín áskoðan, tá tað bleiv dýrari at læna pengar, sigur Helgi ArnÞorsson.
Óbúgvin skipan
- Eg hevði ikki í mínum villasta fantaisii ímynda mær, at tað fór at enda so galið, sigur Helgi ArnÞorsson, sum heldur, at kreppan í veruleikanum botnar í einari veiðimentan, eins og í Føroyum. Hann vísir á, at stórur partur av orsøkini er at finna í mentanini, og at landið á nógvan hátt er óbúgvið.
- Ísland var eitt menningarland líka til aftaná kríggið. Vit hava ment okkum við risa ferð, har materiellu virðini og løtuvinningurin hava havt ov stóran týdning. Man vil bara eiga og hava, og helst meira enn grannin. Alt hetta botnar í roynd og veru í gomlu veiðimentanini, har tað snýr seg um at fiska, meðan fiskur er, arbeiða, meðan arbeiði er, og at taka, meðan nakað er at taka, sigur Helgi ArnÞorsson.
Kortini trýr hann, at landsmenninir- og kvinnurnar fara at læra av hesum.
- Eg ivist ikki í, at tjóðin fer at yvirliva, tí tá tað veruliga stendur á, standa fólk saman. Men teir mugu fyrst viðganga, at tyngdarlógin eisini er galdandi fyri íslendingar.