Kreppan kostað dønum 1.000.000.000.000 krónur

Síðani fíggjarkreppan byrjaði, er nettoognin hjá dønum minkað 1.000.000.000.000 krónur (eitttúsund milliardir krónur). Í meðal hevur hvørt danskt húsarhald mist virði fyri 400.000 krónur undir kreppuni.

Tað vísa útrokningar, sum Realkreditráðið hevur gjørt út frá tølum hjá Tjóðbankanum.

Tølini vísa eisini, at hóast tað stóra fallið er nettoognin hjá hvørjum donskum húsarhaldi framvegis oman fyri 1,6 millión krónur.

Varastjórin í Realkreditráðnum, Jan Knøsgaard, sigur við TV2, at tað mesta, sum tað danska húsarhaldið eigur eftir, er bundið í fastari ogn ella pensjónum, og tí hava fólk avmarkaðar møguleikar at økja nýtsluna, sigur hann.