##med2##
Tað er Miðflokkurin, sum hevur boðað frá, at fáa samkynd fólk rættindi, sum tey fáa sambært uppskotunum, sum júst eru samtykt við 2. viðgerð í Løgtinginum, so er eingin samgonga.
Og hesi støðuni er samgongan í, tí Johan Dahl og Annika Olsen hava atkvøtt saman við andstøðuni, soleiðis at samgongan kom í minnilut, hóast Kristin Michelsen hjálpti samgonguni við at atkvøða ímóti málinum.
Hoyrið samrøðu við Bárð Nielsen, løgmann, sum Árni Gregersen hevði á FM1, eftir at uppskotini vórðu samtykt.