Kreppufundur um arbeiðspláss í Vági

Onki arbeiði hevur verið á flakavirkinum hjá fiskavirking í Vági í fimm vikur. Ì gjárkvøldið hevði arbeiðsfólkið kreppufund um støðuna og nú ætla tey sær í holt við politikararnar úr Suðuroy

- Hetta minnir akkurát um tað ringastu tíðina í nítiárunum.

Arbeiðsfólk í Suðuroy eru í rættiligum døpurhuga.

Tað eru nú fimm vikur síðani, at arbeiði var á stóra flakavirkinum hjá Fiskavirking í Vági, har yvir 100 fólk úr allari oynni annars hava arbeitt.

Tað hevur ligið í kortunum leingi, at arbeiðið var farið at minka, tí í alt summar hevur arbeiði bara verið onkrar hendinga dagar.

Men nú er støðan so vánalig, at Arbeiðskvinnufelagið Fjallbrúður í Vági, kallaði saman til kreppufundar í gjárkvøldið at viðgera støðuna.


20-30 krónur at liva fyri

Rannvá Dalá, sum er forkvinna í Fjallbrúður, staðfestir, at onki arbeiðið hevur verið á flakavirkinum í fimm vikur og at ongi útlit eru fyri at arbeiði verður aftur.

Flakafólkið er limur í fiskavirkisskipanini hjá ALS, men har kunnu tey vera í átta vikur, so fara tey upp í tað vanligu skipanina.

Men vansin er, at tá ið so lítið arbeiðið er, minkar gjaldið úr ALS og tað eru mong, sum ikki hava meiri enn einar 20-30 krónur um tíman at liva fyri.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað kann ongin liva fyri, siga vágbingar, sum arbeiða á flakavirkinum í Vági.


Vilja ikki gevast

Rannvá Dalá sigur, at eini 70 fólk møttu á fundinum í gjárkvøldið og fingu tey eitt gott kjak um støðuna.

- Niðurstøðan er kortini, at tað helst er avmarkað, hvat tey kunnu gera. Men vit hava so sett okkum fyri, at vit gevast ikki og fyrsta stigið verður nú at tosa við politikararnar fyri at vita, hvat teir kunnu gera

Forkvinnan í Fjallbrúður heldur, at politikararnir eiga at kunna gera okkurt við støðuna, tí hóast Fiskavirking er privat fyritøka, er tað tann almenni Framtaksgrunnurin, sum eigur ein stóran part av partapengunum.

- Er viljin annars til tað, eigur hetta at seta politikarar í eina støðu, har teir kunnu seta krøv til, hvat almenni partapengarnir verða brúktir til, heldur hon.

Hon staðfestir, at arbeiðsfólkið stúrir rættiliga illa fyri støðuni.

- Virkið verið afturlatið í fleiri umførum og vit síggja fyri okkum, at letur tað aftur einaferð afturat, verður seinur dagur, áðrenn tað letur uppaftur.


Ov lítið avlop í Vági

Rannvá Dalá sigur, at tey hava tosað við Fiskavirking og har eru boðini greið.

- Orsøkin til, at virkið í Vági fær so lítið av fiski, er, at tað loysir seg verri at arbeiða fisk í Vági, enn á øðrum virkjum, hevur stjórin í Fiskavirking boðað okkum frá.

Hann hevur greitt okkum frá, at tað er dýrari at arbeiða eitt kilo av fiski í Vági, enn tað er á øðrum virkjum og at avlopið av hvørjum kilo sostatt er ov lítið.

-Ein orsøk skal vera, at tað gongur ov seint at arbeiða fisk á virkinum í Vági.

- Tí eru tað virkini norðanfyri, sum fyrst fáa fisk. Tað er ikki fyrrenn virkini norðanfyri hava nokk av fiski, at eitt møguligt avlop verður ført suður á virkið í Vági.

- Og tá ið fiskiskapurin ikki er frægari enn tað er í løtuni, er ongin fiskur til avlops og sostatt kemur heldur ongin fiskur suður hendavegin.

Spurningurin er tí, hvussu tað ber til, at tað er dýrari at arbeiða fisk í Vági enn tað er aðrastaðni?

Rannvá Dalá góðtekur ikki frágreiðingina um, at arbeiðsfólkini eru so seinfør, at tað loysir seg ikki.

Tvørtur ímóti heldur hon upp á, at ein týðandi orsøk er, at fiskurin, sum kemur suður á virkið í Vági, er ov vánaligur og sostatt eisini ringur at arbeiða.

- Vit hava onkra hendinga ferð havt fisk, sum er avreiddur beinleiðis til virkið og tað er klassamunur á, at tað hevur verið betri fiskur enn tað, vit plagdu fáa sendandi norðaneftir, sigur forkvinnan í Fjallbrúður.

- Er avlopið av virkinum í Vági ov vánaligt, eru tað ikki arbeiðsfólkið, sum hevur skyldina. Skyldin liggur á høgri støði, tí tað má verða okkurt við fyriskipanini, sum haltar, sigur Rannvá Dalá.


Umskiftilig lagna

Eftir at flakavirkið í Vági meiri ella minni hevði ligið stilt í fleiri ár, var bjartskygnið rættiliga stórt fyri einum ári síðani, tá ið Fiskavirking læt stóra flakavirkið í Vági upp aftur.

Í fleiri mánaðir var eisini rættiliga nógv arbeiðið á virkinum og eitt skifti arbeiddu yvir 100 fólk úr allari oynni alt samdøgurið í trimum skiftisvaktum.

Men sum tað leið út á várið fór arbeiðið at ganga undan. Tað bleiv longri og longri ímillum at fólk fingu arbeiðsboð og tá ið telefonin so loksins ringdi við arbeiðsboðum, var tað ein stokkut gleði, tí sjáldan var arbeiði til meiri enn tann eina dagin, onkra hendinga ferð í tveir dagar.

Men serliga í alt heyst hevur verið heilt galið og nú eru fimm vikur síðani at arbeiðið var á virkinum. Tað fekk vágbingar til at kalla saman til kreppufund í gjárkvøldið um støðuna, har eini 70 fólk møttu. Ein niðurstøða av fundinum var, at tey nú skulu tosa við politikarrnar úr oynni fyri at fáa teir at taka málið upp, eitt nú vísandi til, at tann almenni framtaksgrunnurin eigur ein stóran part í Fiskavirking.

Les eisini greinina: Ov lítið avlop á virkinum í Vági.