Sambært Útvarpi Føroya er í hesum døgum gjørd ein kanning, har fólk verða spurd hvussu tey vænta at komandi árið fer at roynast fíggjarliga. Tey flestu vænta afturgongd.
Tíggjunda hvørt ár í meðal seinastu 50 árini, hava Føroyar havt álvarsligar fíggjarligar trupulleikar. So álvarsligar, at danski staturin eftir umbøn úr Føroyum hevur veitt serliga fíggjarliga hjálp.
Hetta framgongur í greinarøð hjá skilamanninum Rolf Guttesen fyri einari tíð síðan, har hann eisini letur føroyskar loysingarmenn úr, spilnæknar.
Greinirnar "Gestsins eyga blátt" eru serliga avdúkandi.
Rolf minnir á sorgarleikin í 1951-52 tá "Okkara Banki" fekk peningainnspræning tvær ferðir frá dønum, og hann minnir eisini á fleiri aðrar fíggjarligar sorgarsøgur:
"Men (banken) løb ind i nye vanskeligheder i 1956 som følge af tab på store engagementer med hvalfangstselskaber. Efter opfordring af Viggo Kampmann blev krisen denne gang afværget i stilhed ved nationalbankens mellemkomst. Det var opfattelsen, at en 3. rekonstruktion ville skabe så megen turbulens omkring banken, at dens eksistens ville blive truet".
- Longu aftur í 1962 átók Nationalbankin sær eina serliga »føroyska« uppgávu. Størsta vinnulívsfyritøka í Føroyum »J. F. Kjølbro« í Klaksvík var um at fara á heysin. Teir høvdu mist nógvar pengar uppá fiskiroyndir í Eysturgrøn-landi.
- Í 1974/75 var likviditetskreppa bæði í bankunum og í landskassanum. »Igen ydede Nationalbanken støtte, dels til bankerne direkte, dels ved genbelåning af Landsstyrets kreditter i bankerne.« Og ikki óvæntað bleiv hjálpin av uppgjørdum, korkalittum tjóðveldismonnum uppfatað sum »kolonialur ágangur og hjálandapolitikkur«, sum ein oddagrein í 14. skrivaði."
"Ikki minst Fíggingargrunnurin fra 1992, sum við næstan 3 milliardum bjargaði bankunum, var stór hjálp í neyðini. Og skera vit alt svass burtur, so virkaði hann sum ætlað: Sum ein hjálp at fáa føroyska samfelagið aftur á føtur." sum Rolf sjálvur málber seg.
Onnur fíggjarlig tiltøk
Annars nevnir Rolf eina røð av donskum tiltøkum, øll til frama fyri Føroyar. Onnur kundu eisini verið nevnd. Umframt Marsjalhjálp til Tjaldrið og SEV er talan m.a. um Realkredittin til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum í 50-60-unum og fram eftir, Fiskaríbankan, Investeringsfonden for Færøerne, 60 milliónagrunnin, Egnsudviklingsstøtten, Framtaksgrunnin o.s.fr.
Felags fyri allar kreppurnar eru, at tær eru sera nær tengdar at loysingarmonnum. Felags fyri allar kreppuloysnirnar er eisini, at tær eru loystar av dønum, ella av sambandsmonnum í tøttum samstarvi við teir. Ein triðji felagsnevnarin er, at hvørja ferð danir hava hálað okkum upp úr runudýkinum, so hava loysingarmenn bert ótøkk og ókvamisorð at bera dønum.
Hava vit lært nakað ?
Spurningur er so, hvat vit føroyingar, og ikki minst loysingarmenn, hava lært av øllum hesum kreppum.
Allar flestu føroyingar eru samdir um, at vit eru væl á veg út í eina nýggja kreppu. Hetta hendir aftaná, at loysingarmenn aftur hava havt valdið í Føroyum í 6 ár. 6 tey bestu árini í Føroya søgu (metstórar fiskanøgdir, methøgir fiskaprísir, rímuligir orkuprísir, metlág renta, ongin skuld aftaná saneringarnar við donskum peningi). Statistiskt áttu teir undir vanligum umstøðum at megnað at hildið skútuni flótandi í 10 ár, og sjálvandi nógv longur undir góðum umstøðum.
Statistikkur sigur ikki allan sannleikan.
Fíggjarpolitikkurin hjá Tjóðveldismonnum meira enn trýfaldaði eftir 4 árum føroysku nettouttanlands-skuldina til 9 milliardir krónur í 1988. Hetta legði føroyska samfelagið í "respirator" í fleiri ár. Danir hildu "respiratorinum" gangandi til fyrst í nítiárunum, og sprændu síðan 3 milliardir krónum inn í føroyska samfelagið, ein stóran part sum eyka gávu umframt blokkin, og restina sum bíligt lán.
Fer søgan at endurtaka seg
Hesaferð hevur fullveldislandsstýrið hækka fíggjarlógina við umleið 1200 milliónir um árið. Yvirskotið á landskassaroknskapinum, var uppímóti 500 milliónum í 1998, tá íð loysingarlandstýrið kom framat. Tað verður eftir øllum at døma til eitt undirskskot uppá 2/300 milliónir siga framrokningar gjørdar undir viðgerðini av fíggjarlógini 2004. Grannskoðanarvirkið Rasmussen og Weihe hava um sama mundi gjørt kunnugt, at skattatrýstið er eitt tað hægsta í Europa, Hesir veruleikar geva allar góðar grundir til at skunda undir útskrivan av vali.
Tað er satt, tá Sambandsflokkurin vísur á, at tað altíð fellur í hansara lut at rudda upp eftir loysingarmonnum. Tað hevði verið reyp, um vit ikki viðurkendu, at hetta bert var gjørligt saman við dønum.
Mítt ynski er, at Sambandsflokkurin hesa ferð sleppur at rudda upp eftir 6 árum, og ikki eftir 10 áðrum. Tá er samlfelagið alt ov illa farið, og tá er eisini vandi fyri at higar til nýttu bjargingartólini kanska ikki eru tøk.